Vit hava í eina tíð havt ætlanir um eitt átak úti. Fyrst var ætlanin at fyriskipa hetta í juni mánaða, men tann ætlanin varð broytt, tí hildið varð betri at bíða til alt virksemið byrjaði aftur aftaná summarfrítíðina.
So nú verður tað:
Sunnudagin 4. sept. frá kl 12 til kl 15 verður familjutiltak uttanfyri Oasuna. Vit fara at syngja saman, grilla pylsur, fáa poppkorn, spæla ymisk spøl, hoppa í hoppiborg og børnini kunnu fáa andlitsmáling og ymiskt annað ítriv.
Drekkamunnur og kaka verður sjálvandi eisini at fáa.
Vit fara at hugna okkum saman. Líkamikið um vit koma sum einstaklingar, sum vinir ella sum familjur, ynskja vit at øll skulu kenna seg væl. Tiltakið verður úti, men sjálvandi er eisini møguligt at fara innum at hita seg – og fyri tey sum ikki kenna Oasuna, er eisini møguleiki at hyggja seg um og síggja hølini.
Verið hjartaliga vælkomin!