Guðstænasta

Gudstænastan í Oasuni er sunnudagar frá kl. 11.00 til umleið kl. 13.00.

Vit savnast fyri at tilbiðja Harran Jesus við lovsongi, sum ein týðandi partur av møtinum.

Tað verða hildnar bønir, forbønir og takkarbønir. Vit ynskja, at tað altíð skal vera møguleiki fyri forbøn.

Breyðbróting, har vit minnast Jesu deyða í okkara stað.

Møguleiki er at geva til arbeiðið í Oasuni. Tíggjund av øllum peningagávum fer til misjón.

Áðrenn seinnu helvt av gudstænastuni er ein steðgur, tá farið verður í kantinuna til samveru og drekka.

Eftir steðgin byrjar sunnudagsskúlin, tvs. frá kl. 12.00 til 13.00.

Seinna helvt av møtinum er til undirvísing út frá Guðs orði.

Eisini hava vit av og á serlig møtir, so sum familjumøtir og vitnimøtir.