Viðtøkur

§1 Navn

Navn kirkjunnar er Fríkirkjan Oasan, og heimstaður hennara er Hoyvík.

 

§2 Endamál

Fríkirkjan Oasan er eitt karismatiskt kirkjulið, og hevur sum endamál at útinna evangeliskt virki eftir teimum meginreglum, Bíblian gevur. – Meira útgreinað um tað andaliga virksemi er greitt frá í serligum viðtøkum.

 

§3 Limaskapur

Ein og hvør, sum er fyltur 15 ár, sum er doyptur við kristnum dópi og játtar sína trúgv uppá Jesus Kristus sum sín harra og frelsara, kann fáa fullan limarætt í Fríkirkjuni Oasan. Tað má heldur ikki vera nakað í lívi ella læru, sum er í stríð við hesa trúarjáttan. –

Børn verða skrivað inn sum limir, tá tey verða doypt, og kunnu, tá tey fylla 15 ár, sjálv gera av, um tey vilja hava fullan limarætt.

 

§4 Leiðsla

Andaliga leiðslan fyri Fríkirkjuna Oasan er elstaráðið. Talið á elstum verður, sum tørvurin er til eina og hvørja tíð, tó altíð avmarkað millum 3 og 7 persónar. Nýggir elstir verða valdir av teimum elstu, sum tæna frammanundan.

 

§5 Ognar- og fíggjarviðurskifti

Fríkirkjan Oasan er sjálvsognarstovnur, sum fíggjar seg sjálvan, serstakliga við gávum (tíggjund o. ø.) frá limunum.

Ognin hjá Fríkirkjuni Oasan er ogn kirkjunnar sum løgfrøðiligur persónur. Einstøku limirnir hava, so leingi Fríkirkjan Oasan virkar, ongan ognarrætt yvir tí, hon eigur.

Undirskrift av fyristøðumanninum saman við einum elsta bindur Fríkirkjuna Oasan løgfrøðiliga. Men til keyp, sølu og pantseting av fastari ogn krevst tó undirskrift av øllum elstaráðnum.

Ognir hjá Fríkirkjuni Oasan binda fyri tær skuldbindingar, kirkjan setir seg fyri. Hinvegin kunnu ikki ognir kirkjunnar setast í veð fyri kirkjulimanna einstaku skuld. Limirnir eru ikki persónliga bundnir fyri kirkjunnar skuldbinding.

 

§6 Roknskapur

Valið av kassameistara fer fram á tí árliga kirkjufundinum og er galdandi fyri eitt ár í senn. Kassameistarin skal á hvørjum kirkjufundi geva frágreiðing um fíggjarligu støðuna og á tí árliga kirkjufundinum leggja fram grannskoðaðan ársroknskap til góðkenningar.

 

§7 Grannskoðan

Til at grannskoða roknskap kirkjunnar verður valdur ein grannskoðari. Valið fer fram á tí árliga kirkjufundinum og er galdandi fyri eitt ár í senn.

 

§8 Skrivarastarv

Til at føra gerðabók kirkjunnar verða valdir ein skrivari og ein tiltaksskrivari. Valið fer fram á tí árliga kirkjufundinum og er galdandi fyri eitt ár í senn.

 

§9 Nýtsla av Fríkirkjuni Oasan

Bygningurin, innbúgv, innleggingar, undirvísingartilfar og aðrar ognir v. m. skulu bert verða nýttar til kirkjunnar egna brúk, og kunnu tí ikki – uttan serligt loyvi frá fyristøðumanninum er fingið frammanundan – lánast út til annað endamál.

 

§10 Viðtøkubroytingar og avtøka av kirkjuni

Broytingar í hesum viðtøkum kunnu gerast á einum kirkjufundi.

Avtøka av Fríkirkjuni Oasan kann bert fara fram, um 2/3 ella meir av møttu limunum á kirkjufundi eru fyri tí á tveimum fylgjandi fundum, ið hildnir verða við minst 14 daga millumbili.

Um Fríkirkjan Oasan verður avtikin, skal møgulig nettoogn verða givin til evangeliseringstiltøk.

 

Broyting í tali av elstum viðtikin á kirkjufundi tann 27.01.2014

 

Eyðun Zachariasen, form.

Sofus Joensen

Alfred við Skipá

Jóhan Petur Johannesen

Clarisse Simonsen