Kyknubólkar

Kyknubólkarnir í Oasuni eru smáir bólkar, ið møtast regluliga.

Endamálið við hesum bólkum er at koma saman at práta, soleiðis at stórur dentur verður lagdur á sosiala samveru, har vit koma hvør øðrum við, og somuleiðis at skapa eitt positivt og mennandi umhvørvi, og óformelt at samskifta um daglig viðurskifti eins og um andaligar spurningar sæð í ljósinum frá Guðs Orði.

Tað er ymiskt nær teir ymisku kynknubólkarnir møtast, men um tú vil verða við í einum av bólkunum, so kanst tú seta teg í samband við Anniku við Skipá, tef. 267476, teldupostur annikaskipa@gmail.com.

Øll eru hjartaliga vælkomin vælkomin.