Reglugerð

§1 Navn og lýsing

Fríkirkjan Oasan er ein sjálvstøðug karismatisk evangelisk luthersk fríkirkja.

 

§2 Skriftin

Fríkirkjan Oasan trýr og lærir, at øll Bíblian er Guðs orð, er Guðinnblásin skrift, og at hon er leiðbeinandi í øllum spurningum um trúgv, læru og lív. Alt Guðs ráð skal verða boðað, fyri at tað kann verða virkið í kirkjuliðnum.

 

§3 Trúgv

Vit trúgva á Guð faðir, skapara himins og jarðar.

Vit trúgva á Jesus Kristus sum frelsara og harra.

Vit trúgva á Heilaga Andan sum vegleiðara og lívgara.

Vit trúgva, at vit verða frelst við trúgv á Jesus Kristus sum frelsara heimsins.

Eftir boði Jesusar eiga tey, ið trúgva á Jesus Kristus sum frelsara, at verða doypt í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans.

At øll, sum trúgva á Jesus Kristus sum frelsara, hava fyri neyðini at minnast Harran Jesus við at luttaka í kvøldmáltíð Harrans.

 

§4 Kall og virki

Fríkirkjan Oasan ásannar, at kall hennara er:

  1. At hava umsorgan fyri, at kirkjuliðið verður uppbygt – vøkstur likamsins í trúgv, vón og kærleika. Hetta verður millum annað gjørt við at boða orðið og við at tilbiðja og lovprísa tí tríeinda Guði.
  2. At boða gleðiboðskapin við orði og verki. Hetta verður millum annað gjørt við at gróðurseta nýggj kirkjulið, at senda út evangelistar og trúboðarar og at vitja faðirleys og einkjur í trongdum teirra.

 

§5 Rættindi og skyldur hins einstaka

Fríkirkjan Oasan játtar og er sannførd um:

  1. At tað bert er ein høvuðsprestur, og at øll tey heilagu eru prestar fyri Guði.
  2. At hvør einasti trúgvandi við Jesusi Kristi hevur fingið fría atgongd til Faðirsins hásæti.
  3. At øll kristin hava tey framíhjárættindi at vitna um og at boða frá dygdum hansara, sum kallaði okkum frá myrkrinum til sítt undurfulla ljós.
  4. At øll trúgvandi eru kallað og útbúgvin til at tæna og umsita Guðs náði.
  5. Og at málið hjá hvørjum einstakum trúgvandi er, at Guðs-menniskjan kann verða albúgvin, fullfør til eitt og hvørt gott verk.
  6. At kirkjuliðið hevur rætt til og eisini skyldu til at royna alla læru og boðan, um hon er í samsvar við Skriftina.
  7. At kirkjuliðið hevur rætt til at kalla egnu hirðar og lærarar, og hevur eisini rætt til at koyra úr starvi lærarar, ið boða ella liva í stríð við Skriftina.

 

§6 Leiðsla

Elstaráðið er tann andaliga leiðslan í Fríkirkjuni Oasan. Tað fremur sína leiðslu við at vera fyrimynd fyri fylginum, at standa fyri kvøldmáltíð Harrans, dópi o. ø., og við at fáa tað so í lag, at kirkjuliðið fær føði og verður styrkt við boðanini av Guðs orði.

Limirnir í elstaráðnum hava skyldu til og mugu av heilum huga kunna taka undir við grundsjónarmiðunum í kirkjuliðinum, soleiðis sum her sagt er frá. Og roknað verður við fullkomnum trúskapi av øllum leiðarum. Eingin má í sínum leiðaravirki bróta niður samleikan í kirkjuliðinum.

Vit eru sannførd um, at tað er av grundleggjandi týdningi, at hvørt kirkjulið sær góðkennir og setir tey, ið Harrin hevur kallað og valt út til hirðar og lærarar, og vit meta hesar tænastur at vera ein bólkur í tí, ið nevnt verður elstir og umsjónarmenn.

Málið fyri hirðatænastuna fyri tað einstaka kirkjuliðið er, at vit kunnu leiða hvønn mann fram fullkomnan í Kristi.

Tær tænastur og arbeiðsgreinar, sum kirkjuliðið útinnir, fara fram undir ábyrgd fyri elstaráðnum.

Elstaráðið kallar inn til í minsta lagi ein kirkjufund um árið.

 

§7 Limaskapur

Øll, sum hava fylt 15 ár, og sum játta sína trúgv á Jesus Kristus sum frelsara og harra, sum eru doypt við kristnum dópi, og sum ynskja at gerast limir, kunnu fáa fullan limaskap í Fríkirkjuni Oasan. Ikki má vera nakað í lívi ella læru, sum stríðir móti hesari játtan teirra.

 

§8 Felagskirkjuligt høpi

Fríkirkjan Oasan er ein sjálvstøðug kirkja. Elstaráðið hevur evstu ábyrgd í boðan og læru. Elstaráðið er ikki undir eftirliti av øðrum kirkjuligum myndugleika.

Fríkirkjan Oasan er ein partur av Kristi likami og trýr, at vit eru eitt við øll, sum hava fingið Heilagan Anda eins og vit.

Fríkirkjan Oasan er ikki partur av nøkrum kirkjusamfelag, men ynskir at virka saman við øðrum kirkjum, ið byggja á somu meginreglur sum Fríkirkjan Oasan.

 

§9 Broytingar í reglugerðini

Broytingar í reglugerðini ella avgerðir, ið viðvíkja læruspurningum, kunnu einans gerast, um allir limir í elstaráðnum taka undir við tí. Síðani verður boðað um hesa broyting í skrivi til limirnar við innboðan til kirkjufund, har hendan broyting skal viðtakast við einfaldum fleirtali.

 

Viðtikið á stovnandi fundi

Tórshavn, tann 15 /11 – 2004

Jóni Johannesen (fm.)

Alfred við Skipá

Hendrik T. Olsen