Tíðindir

Eivind Frøen vitjar

Eivind Frøen

Eivind Frøen vitjar í Føroyum. Nú eru 50 ár síðani Eivind var fyrstu ferð í Føroyum – og nú er hann aftur. Vit gleða okkum at hoyra hann tala Guðs Orð. Vit eru mong sum í gjøgnum hesi nógvu árini hava notið gott av og minnast góðu og fangandi talurnar hjá Eivind. Tað eru mong mennniskju, sum kunnu siga, at… Les víðari

Ekkó og Nærri

Vatn

Í heystfrítíðini verða møtir og tiltøk fyri fólk í øllum aldri. Vælumtóktu ungdómsmøtini Ekkó eru mánakvøldið 14. oktobur til leygarkvøldið 19. oktobur. Byrjað verður í Vági mánakvøld, síðani verður farið til Skálavíkar týskvøld, mikukvøld á Skála, hóskvøld á Giljanesi, fríggjakvøld í Hoyvíkshøllini og leygarkvøldið í Badmintonhøllini í Klaksvík. Øll kvøldini kl. 20:00. Aftaná Ekkó verður hildið áfram í Badmintonhøllini í… Les víðari

OASU-dagar

Her er skráin fyri Oasu-dagarnar.

At tæna í eyðmjúkleika

Vit lesa soleiðis í fyrra Pætursbrævi 4:10-11: Eftir sum ein og hvør hevur fingið eina náðigávu, so tænið hvør øðrum við henni sum góðir húshaldarar yvir Guðs margfaldu náði. Um einhvør talar, tá tali hann sum Guðs orð; um einhvør hevur eina tænastu, tá tæni hann eftir teirri megi, sum Guð gevur, til tess at Guð má verða æraður í… Les víðari

Skráin til Páskastevnuna 2024

Verið hjartaliga vælkomin á Páskastevnu í Oasuni 28. mars til 1. apríl.

Vælkomin til Páskastevnuna 2024 í Oasuni

Páskastevnan 2024 í Oasuni. Vit gleðast um at hátíðarhalda páskir aftur í ár. Páskirnar bera boð um sannan kærleika og ta fullkomnu vónina vit eiga í Jesusi. Sjálvt um vit verða mint á líðing og deyða, sum er ein týðandi partur í frelsuboðskapinum, so er tað lívgevandi, tá glaði boðskapurin hoyrist um uppreisn, lív, vón og ríka framtíð saman við… Les víðari

Eftirfylgjari

Í Efesusbrævinum kap. 5, vers 1, lesa vit: Verðið tí eftirfylgjarar Guðs eins og elskað børn.   Hvussu eru børn, sum eru elskað?  Jú, av tí at tey kenna seg elskað av sínum kæru, vilja tey hava tey sum fyrimynd. Vit hava nógvar góðar fyrimyndir í bíbliuni. Ísraelsfólk høvdu verið trælir í Egyptalandi og vórðu leidd út av Mósesi við… Les víðari

Vónrík framtíð

Tíðin rennur avstað. Enn einaferð er eitt ár farið afturum. Nógv hyggja aftur á árið og meta um hvussu vignaðist. Vit kunnu vera meiri ella minni nøgd og kanska iðra okkum um okkurt og fegnast um eitthvørt annað ið er farið. Men vit, sum seta okkara álit á Jesus, kenna tryggleikan í, at vit altíð kunnu koma til hansara og… Les víðari

Friðarhøvdingin er komin!

Vit lesa ein undurfullan og glaðan boðskap, sum varð profeteraður av Jesaja profeti: Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Guð, ævinnar faðir, friðarhøvdingi. (Jesaja kap. 9, v. 6) Barn er okkum føtt.  Er tað nakað serligt?  Tað verða jú nógv børn fødd…. Les víðari

Andakt við Hans Karl Højgaard

Í Kristusi Jesusi ”Tí at hitt góða, sum eg vil, geri eg ikki; men hitt illa, sum eg ikki vil, tað geri eg.” Róm. 7,19. Flest øll okkara stríðast við eitthvørt í okkara kristna lívi. Ofta spegla vit okkum í øðrum kristnum, og halda tey vera betri enn vit. Hetta skapar ein ávísan mistrivna í okkum. Í Róm. 7. síggja… Les víðari