Nú er nakað langt síðani at Eivind Frøen seinast vitjaði í Føroyum.

Vit gleða okkum at hoyra hann aftur. Vit eru mong sum í gjøgnum næstan hálva øld hava notið gott av og minnast góðu og fangandi talurnar hjá Eivind. Tað eru mong mennniskju, sum kunnu siga, at tey komu til trúgv á Jesus gjøgnum hansara talur, og at undirvísingin úr Guðs orði var til stóra hjálp í teirra andaliga og sálarliga lívi.

Møtini í Oasuni verða 10. og 11. septembur.

Leygarmorgunin 10. sept. kl. 10 til kl. 13 verður bíbliuundirvísing.

Eivind er góður og greiður lærari – á tryggari bíbilskari grund.

Sunnumorgunin 11. sept. kl. 11 hava vit sum vanligt guðstænastu og tá kemur Eivind at tala.

Sunnukvøldið 11. sept. kl. 18 verður so møti aftur við Eivind.