Mál og Visiónir
Allir limir í tænastu
Vit ynskja at síggja allar limir í meinigheitini í tænastu, hvør við sínari náðigávu, sum amboð fyri at skapa veking (1. Kor. 6:19-20 og 1. Pæt. 4:7-11)
Endurnýgging, einleiki og veking
- Vit vilja virka fyri endurnýgging, so Guð fær halgað okkum og harvið ruddað burtur úr lívi okkara, tað ið hindrar veking (1. Pæt. 1:13-21)
- Tí mugu vit altíð vera ein vekingarrørsla, sum biður um veking, trýr uppá og prædikar veking
- Vit vilja virka fyri einleika millum alt Guðs fólk – samsvarandi Jesu høvuðsprestabøn (Jóh. 17)
Evangelisering
Vit vilja boða gleðiboðskapin, vera “ljós og salt” og við Guðs kraft hjálpa menniskjum til fullkomið frælsi í Kristus Jesusi, hann sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst til at tæna honum.
- Fyrst og fremst her í umráðnum (Hoyvík)
- Men eisini til okkara høvuðstað (Havnina)
- Og víðari út um land okkara
- Og eisini út í onnur lond
Styrkja familjubondini
Vit ynskja at vera ein meinigheit (kirkja), sum er við til at styrkja familjubondini á kristnum grundstøði, tað vil siga leggja alstóran dent á:
- Barnaarbeiði: Her er fyrst av øllum at nevna sunnudagsskúlan, sum Meinigheitin í Hoyvík hevur havt síðan 1985. Hetta er óivað eitt tað mest grundleggjandi virksemi, og sum vit tí altíð hava roynt og støðugt royna at raðfesta sera høgt. Fyri tey børnini, sum eru eitt sindur eldri – millum 8 og 14 ár – hava vit eisini eitt annað tiltak – Saltið – sum er ein dansi- og dramabólkur, har børnini fáa stimbrað síni tónlistarligu og skapandi evni.
- Ungdómsarbeiði: So er tað tað vælkenda ”After Eight”, sum er eitt ungdómstiltak við ymiskum tiltøkum fyri ungar tannáringar úr 12-ára aldri. Hesi tiltøk miða ímóti, at tey ungu byggja sítt lív á ta kristnu lívsáskoðanina, at tey verða hildin til tað uppbyggiliga, so tey sjálv prioritera/velja at vera fráhaldandi frá rúsdrekka og aðrari misnýtslu. Hesi tiltøk eru við til at skapa gleði og sjálvsálit og geva okkum ein fyrimyndarligan ungdóm í samfelagnum. Og fyri tey ungu, sum eru 14 ár og eldri, er ”Ungdómsbólkurin” ein ómetaliga góður felagsskapur, sum fyriskipar nógv góð tiltøk.
- Vaksnamannaarbeiði: Eisini fyri tey vaksnu hevur meinigheitin mong tiltøk. Fyri bert at nevna tey mest vanligu: Bíbliuundirvísing, felags bønarmøti, møti í sonevndum “sellubólkum”, sunnudagsgudstænastur og sunnukvøldsmøti (evangelisk møti), vikuskiftismøti umframt ymsar stevnur og legur v. m.
Nýggja húsið: Oasan
Okkara hjartans ynski og bøn er, at:
- Fyrst og fremst allir hoyvíkingar, men eisini øll onnur, skulu kenna seg hjartaliga vælkomin inn í tað nýggja húsið.
- Okkara hjartans ynski er, at fólkið skal kenna seg sum ein partur av kirkjuni og fer at taka hetta húsið til sín sum sítt egna, og brúka tað. Tí vit vilja gera okkara til at skapa eitt sovorðið umhvørvi, at ein og hvør veruliga fer at føla tað sum sítt egna heim, sum eitt andaligt friðskjól mitt í einum tryggum og góðum felagsskapi. Vit ynskja, at fríkirkjan Oasan verður ein slíkur savnandi miðdepil fyri børn, ung og vaksin, har vit øll hava umsorgan hvør fyri øðrum.