Vit lesa nakað gott um trúgv í Rómverjabrævinum kap. 5, v. 1-8:

Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí frið við Guð við harra okkara, Jesusi Kristi,
sum vit við trúnni eisini hava fingið atgongd við til hesa náðina, sum vit standa í, og vit rósa okkum av vón um Guðs dýrd.
Ja, ikki bert tað, men vit rósa okkum eisini av trongdunum, við tað at vit vita, at trongdin virkar tolmóð,
og tolmóðin roynslu, men roynslan vón;
men vónin ger ikki til skammar, tí at kærleiki Guðs er útheltur í hjørtum okkara við heilagum anda, sum okkum er givin.
Tí at meðan vit enn vóru veik, doyði Kristus til ásetta tíð fyri gudleys.
Tí at valla man nakar ganga í deyðan fyri ein rættvísan; – fyri hin góða kundi tað verið, at onkur hevði viljað doyð; –
men Guð sýnir kærleika sín til okkara av tí, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.

Ja, Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar – tað er stórt! Hann elskar treytaleyst, men Hann ynskir eitt aftursvar.

Tí av náði eru vit frelst við trúgv, og vit verða rættvísgjørd av trúgv.

Paulus byrjar fantastiskt – vit hava hug at siga, Halleluja! Amen!
JA, vit eru rættvís við trúnni á Jesus, og vit rósa okkum av vónini.

Men so skiftir Paulus mestsum gir – og tosar um trongd – at vit eisini rósa okkum av trongdunum, tí at trongdin virkar tolmóð.

Ups… tað var ikki akkurát tað, eg hevði væntað. Trongdir, hvat eru tær gott fyri?

Men hvussu vita vit annars, at vit eru broytt – um alt bara gongur við? Tað er ígjøgnum royndir at tað skal sannast.

Tað er lætt at syngja, tá alt gongur við, og tá vit eru saman við trúarfeløgum – men hvussu er tá vit møta trongdum ella álopum frá tí ónda?

Vit plaga at syngja:
Er ódnin hørð, eg vil tær prísa

Men gera vit tað? Kanska ikki altíð?
Vit undrast kanska, hví ikki alt er bara viðgongd, tí vit hava møtt Guði, hann sum hevur alt vald.
Men, vit eru enn í einum myrkum heimi.
Vit eru í andaligum bardaga – ljós og myrkur kunnu ikki sameinast!

Í Filippibrævinum stendur nakað áhugavert:
“Tí at tann náði er tykkum givin fyri Krists skuld, ikki bert at trúgva á hann, men eisini at líða fyri hansara skuld, við tað at tit hava sama stríðið, sum tit sóu hjá mær og nú hoyra um meg.”
Filippibrævið 1:29-30 FB

Er tað náði?
Ja, tí tað er ein æra at tæna konganna kongi! – sjálvt tá tað kostar nógv!

Tað henda álop, ið vit ofta ikki síggja, men merkja.

Tað kostar nakað – vit ofra nakað av tí sum vit hava kært – kanska okkara stoltleika, okkara orku, okkara dýrabaru tíð, okkara ognir…

Paulus sigur frammanundan, at tað er gagnligt, at hann er í fongsli:
“Men eg vil, brøður, at tit skulu vita, at viðurskifti míni heldur hava verið til frama fyri gleðiboðskapin, so at tað er vorðið kunnigt fyri øllum lívvaktarliðinum og fyri øllum øðrum, at eg eri í leinkjum fyri Krists skuld; og teir flestu av brøðrunum fingu í treysti til Harrans av leinkjum mínum enn størri dirvi til at tala Guðs orð uttan ótta.”
Filippibrævið 1:12-14 FB

Hann sigur, at onnur fingu dirvi til at tala Guðs orð….

Ígjøgnum allar skriftirnar lesa vit um, at mótgongd, stríð og trongdir hava verið partur av lívinum hjá Guðs kvinnum og monnum.

Í Hebr. 11 lesa vit um trúarhetjurnar, sum gingu ígjøgnum nógvar líðingar vegna trúnna á Guð, og fyri at fylgja tí kalli, tey høvdu fingið.

Í Hebr. 12 lesa vit um stóra skýggið av vitnum…

“Latum tí okkum eisini, við tað at vit hava slíkt stórt skýggj av vitnum uttan um okkum, seta av okkum eina og hvørja byrði og syndina, sum lættliga darvar, og við treysti renna tað skeið, sum okkum er fyri sett, við tað at vit líta til upphavsmann og fullkomnara trúarinnar, Jesus, hann sum fyri ta gleði, sum honum var fyri sett, bar kross við toli, og virdi einki um skemd, og er setstur høgrumegin hásæti Guðs.”
Hebrearabrævið 12:1-2 FB

Síggja vit forðingar, ella síggja vit loysnir?

Vit eru sterk saman – tað er ikki vert at stríðast einsamallur:

Tá eg hugsi um vitnini, hvussu tey upplivdu ónáttúrlig undur, so var tað ígjøgnum trongdir at undrini hendu.

Nær ger Guð undur? Jú, tá vit merkja trongdir og alt sær vónleyst út, og vit einki megna í egnari kraft.

Guð vísti sína umsorgan fyri sínum fólki, bæði í gamla og nýggja testamenti – og hann er hin sami í dag.

Guð roynir eisini okkara trúgv.

Vit hava ein mótstøðumann, sum roynir at forða okkum, men vit kunnu standa honum ímót, sum Pætur sigur tað:

“Verið ódruknir, vakið! Mótstøðumaður tykkara, djevulin, gongur um sum ein ýlandi leyva, leitandi eftir tí, sum hann kann gloypa. Standið honum ímót, treystir í trúnni, við tað at tit vita, at tær somu líðingar henda brøður tykkara um allan heimin.”
Hitt fyrra almenna bræv Pæturs 5:8-9 FB

Vit skulu ikki lata okkum kúga av djevlinum, men kunnu standa treyst í trúnni á Jesus.
Okkara líðingar eru einki at rokna í mun til líðingarnar hjá okkara brøðrum og systrum, sum dagliga verða pínd ella mugu krógva seg fyri myndugleikum ella yvirgangsmonnum.

Sjálvt um Paulus upplivdi nógva trongd og líðing, so sigur hann:
“Tí at eg haldi tað, at líðingarnar í tíðini, sum nú er, einki eru aftur ímót teirri dýrd, sum skal verða opinberað á okkum.”
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 8:18 FB

Tað er gott at vita, at sjálvt, tá vit kenna okkum veik, kunnu vit vera sterk, tí vit hava talsmannin Heilaga Andan, sum er í okkum:

“Men somuleiðis kemur eisini andin veikleika okkara til hjálpar; tí at vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, soleiðis sum tað eigur at vera gjørt; men sjálvur andin gongur í forbøn fyri okkum við ósigandi suffum. Og hann, sum rannsakar hjørtuni, veit, hvat trá andans er, at hann eftir Guðs vilja gongur í forbøn fyri heilagum.”
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja 8:26-27 FB

Um tað enn kostar okkum trongd ella líðing, so mugu vit kunngera navnið Jesus fyri menniskjum, sum liva í myrkri. Vit kunnu, sum vit byrjaðu við, rósa okkum av trongdunum og gleðast tí okkum bíðar ein vónrík tíð – bæði her, og ikki minst í tí komandi.

Ein dag er trongdin liðug.

Vit eru kallað, til at vera Jesu vitni. Hann gevur okkum styrki og mót og áræði. Vit liva í Hansara styrki og í Hansara rættvísi.

Sum vit byrjaðu við:
Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí frið við Guð við harra okkara, Jesusi Kristi.
Og vit rósa okkum av vón um Guðs dýrd.

Trúgvin á Jesus ber okkum ígjøgnum alt – trongdir, líðingar ella álop frá tí ónda.

JESU NAVN er einasta navn, sum er givið, sum vit verða frelst við!

JESU NAVN kunnu vit ákalla, og fíggindin má flýggja.

“Fyri tað hevur eisini Guð hátt upphevjað hann (Jesus) og givið honum navnið, sum er yvir hvørjum einum navni, fyri at í Jesu navni skal hvørt knæ boyggja seg, teirra, sum eru á himni, og teirra, sum eru á jørð, og teirra, sum eru undir jørðini, og hvør tunga skal ásanna, at Jesus Kristus er harri, til dýrdar Guðs faðirs.”
Filippibrævið 2:9-11 FB

Trúgv á JESUS !
Lít á JESUS !