Vit lesa soleiðis í fyrra Pætursbrævi 4:10-11:

Eftir sum ein og hvør hevur fingið eina náðigávu, so tænið hvør øðrum við henni sum góðir húshaldarar yvir Guðs margfaldu náði. Um einhvør talar, tá tali hann sum Guðs orð; um einhvør hevur eina tænastu, tá tæni hann eftir teirri megi, sum Guð gevur, til tess at Guð má verða æraður í øllum lutum fyri Jesus Krist; hansara er dýrdin og mátturin um aldur og allar ævir. Amen.

Jesus eigur at vera okkara stóra fyrimynd, og síðani kunnu vit hava tey fyrstu kristnu sum fyridømi, tey sum góvu seg sjálvi í tænastuni.

Vit syngja onkuntíð soleiðis: “æra, æra, æra til Guðs lamb”.

Ja, gávur eru okkum givnar at tæna við, so Guð verður æraður.

At hava gávur er ikki einstýðandi við at hava sterkan karakter.

Tað er neyðugt at vera eyðmjúkur í gávuni, ið er fingin av náði og tí tænastu ein stendur í av Guðs náði.

Vit tosa ofta um náði vit hava fingið – og tað er gott – tað er stór náði frá Guði. Men vit eru eisini kallað at geva náði víðari til onnur – at vísa náði.

Paulus sigur soleiðis í 2. Tim. 2:1 

So verð tú tá, sonur mín, sterkur í náðini í Kristi Jesusi!

Ja, sterkur í náðini, við bæði at taka ímóti og at geva – styrkin kemur eisini við at lata røturnar vaksa djúpt.

Nógvir gávaðir persónar eru falnir, tí røturnar fóru ikki nóg djúpt í mun til tænastuna.

Ein stór fyritreyt fyri at hava góðar røtur er at hava eitt fyrigevandi sinnalag.

Vit eiga í øllum førum at tráa eftir náðigávum, men samtíðis er neyðugt at vera eyðmjúkur.

Hvussu náðigávur eru givnar til at brúka, síggja vit í Ápostlasøguni.

Undur og tekin hendu við ápostlunum – men eisini við Filippusi og Stefani, sum ikki vóru ápostlar.

Summi læra at náðigávurnar vóru bara fyri tey fyrstu kristnu, og at tekin og undur vóru fyri at prógva ápostlaembætið.

Náðigávur eru minst líka neyðugar í dag fyri at Kristus skal vera dýrmettur.

Guð hevur somu umsorgan í dag sum tá!

Jesus hevði samkenslu við menniskjum…  hvussu við okkum?

Guð grøðir fyri at dýrmeta seg sjálvan og sonin!

Vit mugu vera varug við freistingina, so menniskju ikki koma í fokus.

Tænasturnar eru ymiskar, og vit vita kanska ikki altíð akkurát hvør okkara uppgáva er.

Men tað er gott at vera tøkur – sært tú ein tørv, so kanst tú verða loysnin á trupulleikanum.

Um eg ikki havi kærleika, so gagna gávurnar ikki. 

Í Kristusi eru vit nýggir skapningar sum eiga at vísa kærleika og náði eins og Kristus gjørdi. Vit eru ófullkomin og snáva, men Guð er har við síni náði og rættir okkum hond.

Vit, sum eru í Kristusi, hava fingið eina tænastu, sum eitur sáttargerðartænastan:

2 Kor 5:17-20

Tí, um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nýtt! Men alt er frá Guði, sum gjørdi okkum sáttar við seg við Kristi og gav okkum sáttargerðartænastuna; við tað at tað var Guð, sum í Kristi gjørdi heimin sáttan við seg, og hann tilroknar teimum ikki misgerðir teirra, og hevur lagt orðið um sáttargerðina niður í okkum. Vit eru tí sendiboð í Krists stað, sum var tað Guð, ið áminti við okkum. Vit biðja í Krists stað: Verðið sátt við Guð!

Vit eru vorðin sátt við Guð – komin til semju – gjøgnum Jesus, sum tók okkara dóm – Guðs vreiði yvir syndina kom á Jesus, vit eru frí!

Hvussu kunnu vit, tá vit eru frídømd, vera ófyrigevandi.

Ef 4:32 

Men verið góðir hvør við annan, miskunnsamir, so at tit fyrigeva hvør øðrum, eins og Guð hevur fyrigivið tykkum í Kristi.

Hetta samsvarar við tað sum Jesus lærdi lærusveinarnar um fyrigeving og at geva fyrigevingina víðari.

Vit hava fingið fyrigeving frá Guði; gev hana viðari til onnur.

Set tær fyri at vera fyrigevandi…. Hava ein hugburð av fyrigeving.

Róm 12:20 

Nei, er fíggindi tín svangur, tá gev honum mat; er hann tystur, tá gev honum drekka, tí at við tað at tú gert hetta, savnar tú eldgløður á høvur hans.

… og Jesus segði: 

Matt 5:44 

Elskið fíggindar tykkara og vælsignið tey, ið biðja ilt yvir tykkum; gerið væl ímóti teimum, ið hata tykkum, og biðið fyri teimum, ið illkenna tykkum og forfylgja tykkum,

1 Jóh 4:4 

Børn míni, tit eru av Guði og hava vunnið á teimum; tí at tann, sum er í tykkum, er størri enn tann, sum er í heiminum.

Jesus, sum býr í okkum, er størri og mætari enn fíggindin.

Í Ápostlasøguni lesa vit um ein mann, sum var fullur av Heilagum Anda.

Hann tænti teimum treingjandi – og gjørdi undurverk.

Áps 6:8 

Men Stefan gjørdi, fullur av náði og kraft, undur og stór tekin millum fólkið.

Mótstøðumenninir vóru ikki glaðir. Tað gjørdist ovboðið fyri jødarnar, teir elstu og skriftlærdu. Teir tóku seg saman og fóru at gera seg inn á Stefan.

Stefan helt eina megnar talu, men mótstøðumenninir blivu bara óðari og fóru at steina hann.

Tá deyðin nærkaðist, sá Stefan inn í dýrdina:

Áps 7:55-56

Men hann hugdi upp til himmals, fullur av heilagum anda, og sá Guðs dýrd og Jesus standandi við høgru hond Guðs. Og hann segði: «Sí, eg síggi himlarnar opnar og menniskjusonin standandi við høgru hond Guðs!»

Jesus hevði reist seg fyri at taka ímóti Stefani.

Í Kol 3:1 lesa vit:

Av tí at tit tá eru uppreistir saman við Kristi, tá tráið eftir tí, sum er fyri oman, har sum Kristus situr við høgru hond Guðs.

Jesus hevði umsorgan fyri Stefani – og hevur eisini umsorgan fyri okkum, og gongur í forbøn fyri okkum, sum Paulus sigur í Rómverjabrævinum kap. 8 ørindi 34:

…Kristus Jesus er tann, sum deyður er, og meira enn tað, er risin upp frá deyðum, hann sum er við høgru hond Guðs, hann sum eisini gongur í forbøn fyri okkum.

Stefan var ein eyðmjúkur tænari – hevði ein lívsstíl at fyrigeva, tí kundi hann fyrigeva enntá sínum fíggindum!

Áps. 7:59-60

Og teir steinaðu Stefan; meðan bað hann og segði: «Harri Jesus, tak tú móti anda mínum!» Og hann fell á knæ og rópaði við harðari rødd: «Harri, rokna teimum ikki hesa synd uppí!» Og í tí hann hetta segði, sovnaði hann burtur. –

Hetta er ein stórur vitnisburður, sum eisini vísir karakterin, sum Guð hevði fingið loyvi at bygt í Stefani.

Hetta var eisini ein vitnisburður fyri yvirgangsmannin Saul (Paulus) – hann sigur tað sjálvur:

Áps 22:19-20

«Harri, teir vita sjálvir, at tað var eg, sum setti føst og húðflongdi í samkomuhúsi eftir samkomuhús tey, ið trúðu á teg. Og tá ið blóðið av Stefani, vitni tínum, varð úthelt, var eg har hjá staddur, og eg hevði góðan hugnað í tí og ansaði eftir klæðunum hjá teimum, sum tóku hann av lívi.»

… so sigur hann í Filippibrævinum, hvør hann var og hvør hann nú er í Kristusi:

Fil 3:6-8

viðvíkjandi vandlæti ein, sum gjørdi atsókn á kirkjuliðið; viðvíkjandi rættferðini samsvarandi lógini ólastandi. Men tað, sum var mær ein vinningur, tað havi eg fyri Krists sakir hildið vera tap.

Ja, av sonnum haldi eg eisini alt vera tap móti tí, sum er so nógv mætari: kunnleikin um Krist Jesus, harra mín; fyri hansara skuld havi eg mist tað alt samalt og meti tað javnt við skarn, fyri at eg má vinna Krist,

Paulus framdi nógv brotsverk og var ein hóttan móti teimum fyrstu kristnu, men Kristi kærleiki broytti hann.

Kristi kærleiki kann enn í dag broyta menniskju, so vit hava alla orsøk at tæna Guði við frímóði við teimum gávum, ið vit hava og í teirri tænastu vit standa í.

Í Hebr. 10:35 stendur:

Kastið tí ikki frá tykkum treyst tykkara, sum hevur stóra løn!

Harrin ynskir at vegleiða okkum og rætta kósina, tá vit fara av leið, sum tað stendur í

Jes 30:21 Og tá ið tú fert av leið til høgru ella vinstru, skalt tú hoyra tín leiðbeinara siga: «Her er leiðin, gangið hana.»

Hoyra vit hansara rødd? – Harrans stillu rødd innan í okkum?

Vit byrjaðu við hesum, at Guð má verða æraður í øllum tí, sum vit gera – í tænastuni.

Pætur sigur í fyrra brævi sínum, kap. 4 ørindi 11: 

Um einhvør talar, tá tali hann sum Guðs orð; um einhvør hevur eina tænastu, tá tæni hann eftir teirri megi, sum Guð gevur, til tess at Guð má verða æraður í øllum lutum fyri Jesus Krist; hansara er dýrdin og mátturin um aldur og allar ævir. Amen.

Síggja vit Jesus? Hvar hava vit fokus í tænastuni? Fær Guð æruna?