Tað er ein gleði fyri okkum at kunngera, at aftur í ár verður páskastevna í Oasuni.
Stevnan verður viðkomandi fyri allar aldursbólkar – tí vit ynskja at boðskapurin um Jesus skal náa øll, líkamikið hvar ein er í lívinum.
Byrjað verður skírhóskvøld við kvøldmøti kl. 18. Kvøldmøti verða eisini langafríggjakvøld kl. 18 og páskakvøld kl. 18. Á hesum møtum talar Sergey Lysak úr Ukraina.
Barnamøti verða í samband við øll kvøldmøtini, beint áðrenn talan byrjar.
Morgunmøti verða langafríggjamorgun, páskamorgun og 2. páskamorgun, allar morgnar kl. 10:30.
Syngið-við verður skírhóskvøld aftaná kvøldmøtið. Ungdómsmøti verða langafríggjakvøld og leygarkvøld – klokkutíð verður lýst seinni. Harumframt verða cafékvøld aftaná ungdómsmøtini. Áhugatími fyri ung verður leygardagin kl. 12:00.
Lovsongsløta verður páskakvøld aftaná kvøldmøtið.
Skrá verður løgd út seinni.
Verið vælkomin í Oasuna, Kirkjustræti 4 í Hoyvík.