Í nógv ár hava tað serliga verði tvey ørðindi, sum hava ligið frammaliga í huganum hjá mær.
Tað fyrra stendur í Rom 5,1 “Rættvísgjørd av trúgv, hava vit tí frið við Gud okkara, við harra okkara Jesusi Kristi.”
Tað seinna stendur í Fil. 4,7 “Og Guðs friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.”
Í Romverjabrævinum talar Paulus um “Frið við Gud” og í Filippibrævinum brúkar hann orðini “Guds friður”
“Frið við Gud” hava vit fingið í umvendingini og trúnni á Jesus Kristus. Tá er syndin fyrigivin og so vit standa yvir fyri Gudi í Kristusi. Vit eru ikki undir Guds vreiði longur, nei vit eru undir Hansara náði fyri Kristusar skuld. Og tó at kenslurnar kunnu vera, ella tær eru rættuliga óstabilar, hava vit frið við Gud. Vit kunnu vera glað, kedd, sterk og veik, alt uppá bara eina lítla løtu. Ein kann næstan siga at okkara kenslur, eru sum veðri í Føroyum, stabilt óstabilar. Men okkara samband við Gud er tað sama. Vit eru Rættvísgjørd av trúgv, og tí hava vit frið við Gud, við Harra okkara Jesusi Kristi.
“Guds friður” er upplivingin av Guds nærveru, sum ein trúgvandi sleppur at eiga. Hesin fantastiski friðurin, sum býr í hjartanum hjá tí sum trýr á Jesus, ber av øllum viti. Hesin friðurin klárar tað sum eingin menniskjalig kraft klárar: Hann klárar at varveita hjørtu og tankar okkara í Kristusi.
Tað kann geva bæði ljós og gleði at hugsa um hesar báðar sannleikarnar. Bæði hesi forholdini fáa vit loyvi til at eiga: Frið við Gud fyri Jesu skuld – og Guds frið í hjarta og sinni.
Minst til, hesin hjartans friður við Gud, sum so ótrúliga nógv fólk leingjast og tráða eftir at eiga, kann ein ikki fáa, um ein ikki fyrst hevur fingið frið við Gud og tann vegurin eitur bara Jesus Kristus.