“Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.”
Evangeliið eftir Jóhannes 3:16 FB
Guðs kærleiki til okkara kann ikki lýsast í orðum. Hann gav alt Hann átti fyri at bjarga okkum. Men Hann hevur givið okkum eitt val – vilja vit trúgva á Hann og á son Hansara Jesus, sum Hann gav til okkara frelsu.
Fyri tann sum ikki trýr á Jesus er eingin bjarging. Víðari í taluni sigur Jesus:
“Tann, sum trýr á hann, verður ikki dømdur. Tann, sum ikki trýr, er longu dømdur, við tað at hann ikki hevur trúð á navn hins einborna Guðs sonar.”
Evangeliið eftir Jóhannes 3:18 FB
Altso, tann, sum ikki trýr, er longu dømdur. Vit døma okkum sjálvi, um vit ikki trúgva á Jesus.
Guð hevur givið seg sjálvan. Hann væntar eitt aftursvar: at vit geva okkum til Hansara.
Tann, sum trýr á Hann verður ikki dømdur.
Guð hevur boðið okkum ein sáttmála við seg. Ein sáttmála, sum bert er galdandi, um báðir partar eru samdir. Ert tú vorðin samdur við Guð, ert tú vorðin sátt við Hann? Hann bíðar…