Nýggi tilbygningurin til Fríkirkjuna Oasan varð reistur mikudagin 12. sept. 2018

Tá nú ein nýggjur tilbygningur til Oasuna er reistur, flúgva okkara tankar 37 ár aftur í tíðina,  tá ”Meinigheitin í Hoyvík” tann 23. jan. í 1981  byrjaði sítt andaliga virksemi í Hoyvík.

Tí visiónin var: At menniskju máttu fáa eitt persónligt møti við Jesus og blíva frelst. Og í Hoyvík var púrt einki andaligt arbeiði, so vit fingu loyvi at byrja í Hoyvíkar skúla við sunnukvøldsmøtum kl. 7.

So við og við øktist virksemi, menniskju í hópatal fingu eitt persónlig møti við Jesus og blivu frelst. Men fyri at gera eina langa søgu stutta, so var tað í 2005, at Oasan var bygd (og vígd 25. august), tí vit hildu fast við ta visión, at Harrin fór at senda okkum eina veking aftur, tí fleiri profetiir vóru givin okkum, og okkum tørvaði hølir: Millum mong profetiir var og er eisini hetta, at Harrin fer at senda eina veking so stóra, at menniskju í hópatali fara at leita til Guðs Orð, so at tey verða noydd til at standa uttanfyri, tí Oasan er ov lítil.

Men nú er so ein tilbygningur til Oasuna reistur, sum vit eru so ómetaliga glað fyri.  Merkið varð vundið á stong frá morgunstundini av, og dagurin varð hátíðarhildin fyri alla meinigheitina við einum góðum drekkamunni og frálíkum køkum frá Miðberg.

Myndir frá hátíðarhaldinum kunnu síggjast niðanfyri.