Sunnumorgunin 23. des. er árliga útisetaguðstænastan, tá vit byrja við morgunmati kl 10. Síðani verður okkurt áhugavert íkast, har vit hoyra um misjón eystanfyri. Misjónsnevndin skipar fyri.
Jólaaftan kl 15 verður jólaguðstænasta. Vit syngja saman, jólaevangeliið verður lisið, stutt tala verður hildin og annars verða sangframførslur.
Sunnukvøldið 30 des. kl 19 verður nýggjárshugni fyri vaksin – 13 ár og eldri. Sum síðstu árini verður borðreitt við góðum mati, sum luttakarar taka við. Nøkur uppbyggjandi orð verða at hoyra og eisini góður sangur.
Ung skipa fyri undirhaldandi partinum við spølum og onkrum skemtiligum.
Neyðugt verður at boða frá luttøku, fyri at vita hvussu nógv skal gerast til av mati. Tekningarlisti liggur í Oasuni – annars ber til at ringja ella skriva til Juliu tlf 211467.
Vanlig guðstænasta verður aftur sunnumorgunin 6. januar 2019, kl 11:00.