Í Kristusi Jesusi

”Tí at hitt góða, sum eg vil, geri eg ikki; men hitt illa, sum eg ikki vil, tað geri eg.” Róm. 7,19.

Flest øll okkara stríðast við eitthvørt í okkara kristna lívi. Ofta spegla vit okkum í øðrum kristnum, og halda tey vera betri enn vit. Hetta skapar ein ávísan mistrivna í okkum.

Í Róm. 7. síggja vit, at eisini Paulus stríðist í sínum kristna lívið. Men hann vísur á, at lógin er til, fyri at vísa okkum á syndina, og uttan lógina vistu vit ikki av syndini. Eisini vísur hann okkum á, hvussu torfort tað er at gera tað góða. At gera tað, sum hann hatar er einki fyri.

Hyggja vit eftir okkum sjálvum, so hava vit kanska ikki so nógv at rósa okkum av heldur, men Paulus greiður víðari frá, at tað er ikki okkara egna vit eiga at rósa okkum av.

Stórsti parturin av 7. kapittuli í Romverjabrævinum snýr seg um hvussu torført tað kristna lívið kann kennast, men hoyr so hvussu 8. kapittul byrjar við lýsingini av, hvat kristna lívið í veruleikanum snýr seg um:

”So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi.”

Hetta er tað týdningarmiklasta í lívinum hjá einum og hvørjum kristnum. Nevniliga at síggja hvørji vit eru í Kristusi Jesusi. Tað snýr seg ikki um, at hyggja inn í seg sjálvan og fáa skil uppá eins egna lív, sjálvt um tað er gott. Nei tað snýr seg um, at kenna virði, sum Gud hevur sett á okkum.

Eg havi onkuntíð hugsað um, hvi tað man vera so torført hjá okkum, at skilja orð Paulusar at í Jesus Kristusi er eingin fordøming. Svarið sum eg altíð komi til, at tað er so nógv lættari at skilja nakað, har vit hava gjørt eitthvørt, sum vit kunnu rósa okkum av, og harvið hava lønina uppiborna.

Men í kristna lívinum, hava vit bara lívið í Kristusi Jesusi at rósa okkum av, og í tí er eingin førdøming har, men verðuligt lív.

Amen