Í Jóh. 1:14 lesa vit: “Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika”.
Vit kunnu spyrja: Hvønn tosar Jóhannes evangelistur um? Er tað tann stóra mannamúgvan, ella er tað teir ráðandi vísu persónarnir í landinum, sum skoðaðu hansara dýrd?
Jesaja profetur, ið livdi umleið 700 ár fyri Kristus, profeteraði í kap.53 vers 2-3: “Hann var hvørki fagur ella glæsiligur, so at tað kundi vera hugaligt hjá okkum á at líta, og ikki ásýniligur, so at vit kundu hava hugnað í honum. Vanvirdur var hann, skýggjaður av fólki, harmamaður, royndur í sjúkdómum, líkur manni, sum tey krógva andlit sítt fyri, vanvirdur, og vit mettu hann fyri einki”.
Her er talan um ta stóru mannamúgvuna. Hon sá ikki hesa dýrd, sum Jóhannes tosar um, men bert henda vanvirda mann, sum tey krógvaðu andlit sítt fyri. Armur Harrans var tí ikki opinberaður fyri hesum vantrúna fólki.
Men tað vóru nøkur fá, lærusveinarnir hjá Jesusi og hansara vinir, sum kundu siga hesi “fantastisku” orð: “Vit skoðaðu dýrd hansara”.
Tað serliga, sum lærusveinarnir Pætur, Jákup og Jóhannes upplivdu, var tá Jesus tók teir við sær niðan á eitt fjall fyri at halda bøn (Luk.9:28-36). Tá opinberaðist dýrdin og tað guddómliga ljósið hjá Jesusi fyri teimum. Pætur kallaði hetta fjallið fyri tað heilaga fjallið.
Henda guddómliga dýrdin var ikki einans, tá hetta hendi uppi á Tabor, men tað guddómliga ljósið hvíldi altíð yvir Jesusi.
Hansara dagliga fátæksliga útsjónd kundi ikki fjala tað, sum hansara vinir og lærusveinar sóu í honum. Teir sóu nakað sera virðismikið, nakað so guddómligt, sum heimurin ikki átti at geva.
Tí kundu teir fara frá øllum og fylgja Jesusi trúliga.
Fara vit til dagin í dag, so er støðan enn tann sama, at stóra mannfjøldin við sínum vantrúnu eygum er blind og kann tí ikki síggja tað guddómliga ljósið og dýrdina, sum hvílir yvir Jesusi.
Men allir vinir hjá Jesusi kunnu siga: Vit síggja dýrd hansara. Um vit kanska ikki so ofta verða lyft upp á “Tabor”, so síggja vit hansara ómetaliga guddómliga stórleika og dýrd, soleiðis at vit kunnu fara frá øllum og fylgja honum.
Vit síggja hansara dýrd í tí lítla barninum í krubbuni í Betlahem. Vit síggja hansara dýrd, har hann bløðandi hongur á krossinum sum tað Guðs lambið, ið ber heimsins synd.
Við hesum ynskja vit øllum Føroya fólki eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýttár.