Eftirkomararnir hjá Jákupi og synum hansara hava verið í Egyptalandi í nógv, nógv harrans ár. Siðvenja er at siga, at tey vóru í Egyptalandi í 210 ár, minni enn tey 400 árini, sum Gud segði við Ábraham. Hví vóru tey trælir? Gjørdu tey nakað skeivt? Í fornari blivu tey sum taptu trælir hjá teimum, sum hava sigrað. Men hesi eru ikki partur av einari slíkari tilgongd. Nei, langt árðenn tey komu til verðina, var tað longu avgjørt, at tey skulu blíva trælir (1 Mós 15). Gud visti, og Ábraham visti, at hetta fór at henda. Hvat eftirkomararnir hildu um hetta var týdningarleyst. Undrast tú á, at Gud skal hava nevnt 400 ár? Tað geri eg eisini. Hví so leingi? Men hetta forklárar Gud ikki. So einki svar er at finna til hendan spurningin. Men tað, sum er av týdningi er, at Gud nú hevur avgjørt, at tíðin var komin at frelsa eftirkomararnar hjá Jákupi og synum hansara. Hann sigur við Moses, árðenn Moses fekk hesa uppgávu:

2 Mós 6:3

Og Guð talaði við Móses og segði við hann: «Eg eri Harrin! v3 Eg birtist fyri Ábrahami, Ísaki og Jákupi sum Guð hin alvaldi, men undir navninum «Harrin» havi eg ikki opinberað meg fyri teimum. v4 Eg gjørdi eisini sáttmála við teir um at geva teimum Kánáanland, útlegdarland teirra, har teir livdu sum útisetar. v5 Og tá ið nú Ísraelsmenn rópaðu av neyð undan Egyptum, ið trælkaðu teir, tá hoyrdi eg teir og mintist á sáttmála mín.

Tað er tvey ymisk begreb, sum ikki síggjast aftur í týðingum av Bíbliuni. Vit lesa um Gud, ella Harri, men upprunaliga er tað Elohim og YHVH, ella YAHWEH. Elohim er tann “ókendi gudurin, meðan YHVH er Hansara persónliga navn. Tað vil siga, at í staðin fyri Gud og Harri, skulu versini lesast:

Og Elohim talaði við Móses og segði við hann: «Eg eri YHVH! v3 Eg birtist fyri Ábrahami, Ísaki og Jákupi sum El Shaddai (gud, hin alvaldi), men undir navninum «YHVH» havi eg ikki opinberað meg fyri teimum. v4 Eg gjørdi eisini sáttmála við teir um at geva teimum Kánáanland, útlegdarland teirra, har teir livdu sum útisetar. v5 Og tá ið nú Ísraelsmenn rópaðu av neyð undan Egyptum, ið trælkaðu teir, tá hoyrdi eg teir og mintist á sáttmála mín.

Elohim er at skilja sum skapari, dómari og kongur meðan YHVH er náðigur, samkennandi.

Hvat vil tað siga, at “  undir navninum «YHVH» havi eg ikki opinberað meg fyri teimum.”? 

Viðv. Ábrahami lesa í 1 Mós 12:7-8 

Men YHVH opinberaði Seg fyri Ábrami og segði: “Avkomi tínum gevi Eg hetta landið!” Tá reisti hann har YHVH altar, Honum, sum hevði opinberað Seg fyri honum. Síðani fór hann haðani og fór til fjøllini eystan fyri Betel; har reisti hann tjald sítt, so hann hevði Betel vestanfyri og Ai eystanfyri. Og hann reisti har YHVH altar og ákallaði navn YHVH.

Og afturat í 1 Mós 17:1-2:

Tá ið Ábram var 99 ár, opinberaði YHVH Seg fyri honum og segði: “Eg eri El Shaddai (Gud hin Alvaldi), liv fyri ásjón Míni og ver ólastandi!

Viðv. Ísaki lesa vit í 1 Mós 26:24

Somu nátt opinberaði YHVH Seg fyri honum og segði: “Eg eri Gud Ábrahams, faðirs tíns; óttast ikki, tí Eg eri við tær, og Eg skal signa teg og lata avkom títt verða nógv í tali – fyri Ábrahams, tænara Míns, skuld.”

Og Jákup, í 1 Mós 28:23

Og YHVH stóð framman fyri honum og segði: “Eg eri YHVH, Gud Ábrahams, faðirs tíns, og Gud Ísaks; landið, ið tú nú liggur í, tað gevi Eg tær og avkomi tínum.

Tað er týðiligt, at YHVH var ikki Ábraham, Ísaki og Jákupi ókendur. Hvussu kann tað bera so til, at teir ikki kenna Hann, sum YHVH? “Opinbera” kemur frá “yada”, at kenna. At kenna í hebraiskum inniber intimitet. Tað kann samberast á støði við eitt barn, sum undir normalum umstøðum ikki kann koma til verðina, uttan at ein maður og ein kvinna koma saman. At kenna inniber eitt nær upplivilsi. So far, so good. Men enn er  spurningurin ikki svaraður. Men tað kann man gera við, við at taka eitt dømi frá modernaðu tíðini. Lat okkum siga, at faðir mín er lækni. Eg kann siga, at faðirin er lækni. Tað er hansara arbeiði. Vitanina havi eg, men hetta vil ikki siga, at faðir mín hevur virkað sum lækni fyri meg. Eg havi ikki upplivað hann sum lækni. Sagt annarleiðis, hann hevur ikki opinbera seg fyri mær, sum lækni.

Í stuttum, Ábraham, Ísak og Jákup kendu Hann, sum YHVH, men teir fingu ikki møguleikan at uppliva Hann soleiðis.. Ísraelitarnir eru teir, sum hava fingið tann møguleikan. Men hóast Ábraham, Ísak og Jákup ikki hava upplivað hann sum YHVH, er upplivilsi hjá Ísraelitunum bygt uppá sáttmálanum, sum El Shaddai (Gud, hin Àlvaldi), hevði við forfetrarnar..