Við óendaliga nógvum møguleikum at samskifta í dag, er tað undrunarvert hvussu ótolin vit ofta eru eftir einum svari. Havi onkuntíð skriva sms til onkran, fyri síðani at ringja, tí viðkomandi ikki svarar beinanvegin. Havi eisini onkuntíð fingi mail um eitthvørt, men tá eg ikki havi svara beinanvegin, so eri er blivin uppringdur.

Onkuntíð kennist tað sum Gud hevur gloymt okkum, tá hann ikki kemur við einum svari til okkara bønir beinanvegin. Trúgvi at fleiri við mær, hava hugsa tankan tá vit biðja, ”Góði Gud svara skjótt!”

Men at bíða eftir Guds svari, kann skapa eina vaksandi trúgv í okkum. Nú eru nøkur ár síðani mamma mín andaðist. Hon roknaði við at Gud fór at gera hana fríska. Hon trúði at Gud fór at gera hana fríska og hon bíðaði eisini eftir at Gud fór at gera hana fríska. Men hon bleiv ikki frísk. Eina av teimum seinastu ferðunum hon lá á Landsjúkrahúsinum, hevði hon eina andakt inni á kamarinum, fyri tveimum fremmandum kvinnum, sum lógu har. Eg minnist enn, hvussu hon, glað, fortaldi mær, at hon hevði havt eina andakt við einum orði og bøn, fyri tveimum álvarsliga sjúkum fremmandum kvinnum. Hesa frímóðina fann hon onkursvegna ímeðna hon bíðaði eftir at Gud skuldi gera hana fríska.

Ímeðan mamma bíðaði eftir svari um at gerðast frísk vaks trúgvin á Kristus, á ævinleikan og ikki minst ævinleikan heima hjá Gudi. Tí kendi hon tað eisini sum sína ábyrgd at vitna fyri hesum kvinnum.

Tá ið vit gerðast frustreraði inná bíðitíðina hjá Gudi. Tá hann ikki svarar beinanvegin, kunnu vit finna gleði og troyst í orðunum sum standa í Jákupsbrævinum kap. 1, 2-4
”Haldið tað, brøður mínir, fyri bera gleði, tá ið tit verða staddir í ymsum freistingum, við tað at tit vita, at roynslan av trúgv tykkara virkar tolmóð. Men tolmóðin eigur at fáa fullbúgvið verk, til tess at tit mega vera fullkomnir og albúnir, og tað ikki vantar á hjá tykkum í nøkrum.”