Maria hevði valt hin góða lutin. Hon sat við Jesu føtur. Hon sat har sum Meistarin var. Hon hevði ikki tørv á nøkrum øðrum, og tað var júst har, Meistarin ynskti, at hon skuldi vera.
Tá fólk brúka nógva tíð saman, fara tey ofta at líkjast nógv hvørjum øðrum. Tey byrja at hugsa á sama hátt, virðir og áskoðanir gerast ofta tær somu. Oftast flyta hesi fólk seg tættari at hvørjum øðrum. Tá ein brúkar tíð við Jesu føtur, vil ein eisini merkja eina broyting. Hugsanir, virðir og áskoðanir vilja uttan iva flyta seg tann vegin, har sum Kristus er. Og Kristus hevur einki annað krav til okkara enn, ”Set teg her, brúka tíð saman við mær!”
Tá vit brúka tíð saman við Jesusi broytast viðurskiftini. Vit broytast, tá vit veruliga fáa eyguni upp fyri, hvør Jesus er. Og vit kunnu taka orðini hjá Paulusi til okkara, tá hann sigur: ”Sama sinnalagið veri í tykkum, sum eisini var í Kristi Jesusi.” Fil. 2,5
”Fyri at tit mega verða lýtaleysir og reinir, ólastandi børn Guðs mitt í eini spiltari og rangari ætt, har sum tit sýna tykkum eins og himnaljós í heiminum.” Fil. 2, 15