Tíðin rennur avstað. Enn einaferð er eitt ár farið afturum. Nógv hyggja aftur á árið og meta um hvussu vignaðist. Vit kunnu vera meiri ella minni nøgd og kanska iðra okkum um okkurt og fegnast um eitthvørt annað ið er farið.
Men vit, sum seta okkara álit á Jesus, kenna tryggleikan í, at vit altíð kunnu koma til hansara og biðja um fyrigeving fyri okkara mistøk og syndir og vita at hann møtir okkum við síni endaleysu náði. Vit vita, at vit kunnu leggja øll viðurskifti og alla framtíð í hansara kærleiksfullu hendur.
Vit hava ikki altíð evnir ella førleikar at meta um, hvussu tað kann fara at vignast í nýggja árinum. Tó kunnu vit sum trúgvandi altíð líta á, at sáðið, ið verður sáað í trúgv, ber ávøkst. Guðs orð, sum er sáðið, vendir ikki aftur við ongum, men fremur Guðs ætlan.
Harrin hevur talað ígjøgnum Jesaja profet og lovað hetta:
“Tí at eins og regn og kavi falla av himni og ikki fara aftur hagar, fyrr enn jørðin er vætað og vorðin gróðursom og hevur latið tað spretta og givið sáð til at sáa og breyð til at eta, soleiðis skal orð mítt, ið fer av mínum munni, ikki venda aftur við ongum, men útinna tað, sum mær líkar, og fremja tað, sum eg sendi tað til. Ja, við gleði skulu tit fara avstað og í friði verða fylgd á veg; undan tykkum skera fjøll og heyggjar í fagnaðarróp, øll markarinnar trø klappa lov í lógva; har sum áður vóru tistlar, vaksa sypristrø, og myrtur vaksa har, sum áður var lyngur; tað skal vera Harranum til heiðurs og tekins, ið aldrin skal verða útstrikað.”
Jesaja 55:10-13
Hetta eru undurfull lyfti frá Harranum. Hann vil útinna tað sum honum líkar. Okkara lutur er, at vit eru tøk til at fremja Guðs ætlan og at vera við at biðja bønina: Faðir, komi títt ríki og verði vilji tín, eins og tín vilji hendir í Himni.
Harafturat eru vit sjálvi ofta ein liður í svarinum uppá bønina, tí Jesus vil brúka okkum at fremja sín vilja. Sum vit lósu, so skulu vit fara avstað við gleði og verða fylgd á veg við friði. Hann hevur givið okkum Heilaga Andan at vegleiða okkum og geva okkum kraft at vera hansara vitni – ja, hansara hendur og føtur.
Vit hava eina vónríka tíð fyri framman – og longur frammi ein uppaftur dýrdarríkari ævinleika.
Men í hesi løtu ynskir Jesus at koma okkum nær við síni dýrd, so vit fáa dirvi, frímóð og áræði at møta avbjóðingunum, sum liggja fyri framman og geva okkum vísdóm og styrki at fremja hansara ætlanir um frelsu, grøðing og vón til menniskju, sum hann leiðir á okkara veg.
Máttu vit øll sum kenna Jesus veri tilreiðar at brúkt tey evni og tær gávur, ið vit hava fingið frá honum at kunngera dýrabæra navnið Jesus, sum gevur menniskjum verunligan frið og veruligt frælsi.
Jesus signi teg og tíni við einum gleðiligum, friðfyltum og vónríkum ári 2021.