Hjá profetinum Jesaja lesa vit um gleðitíðindi, sum verða givin, tí at ein skal koma við vón og hjálp fyri fólkið:

“Andi Harrans, drottins, er yvir mær, tí at hann hevur salvað meg til at bera fátækum gleðiboð, sent meg við heilsubót fyri sundurbrotin hjørtu, til at boða hertiknum og fjøtraðum loysn, til at kunngera náðiár Harrans og hevndardag Guðs várs, til at ugga øll, ið syrgja, geva teimum, ið syrgja í Zion, høvuðskreyt í staðin fyri øsku, fagnaðarolju í staðin fyri sorgarbúna, lovsong í staðin fyri máttleysan anda, rættlætis eikir verða tey nevnd, av Harranum settar niður honum til heiðurs”. (Jesaja 61:1-3 FB)

Ísraelsfólk kendi til at arbeiða hart. Tey høvdu trælað í Egyptalandi. Tá tey komu inn í Kánaansland, skuldu tey arbeiða frá grundini av.

Men Guð hevði givið teimum nakrar lógir og fyriskipanir – ikki fyri at revsa tey, men fyri at verja tey.

Millum annað fyriskipanina um 7. dagin sum hvíludag. Hann gav teimum fyriskipanir um heilsu og reinføri, sum enn í dag eru fyrimyndarligar.

Men ikki bert tey sjálvi skuldu hvíla. Eisini í landbúnaðinum skuldu tey hugsa um hvíld.

Og Harrin talaði við Móses á Sinai fjalli og segði: «Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið tit koma inn í landið, sum eg man geva tykkum, tá skal landið halda Harranum hvíludag. Í seks ár skalt tú sáa bø tín og í seks ár snidra víngarð tín og bera inn grøði landsins. Men sjeynda árið skal landið halda fullkomuligan hvíludag, hvíludag fyri Harranum; tá mást tú ikki sáa og snidra víngarð tín. (Triðja Mósebók 25:1-4 FB)

So hugsað varð eisini um, at jørðin ikki bleiv pínd, men hon skuldi hvíla 7. hvørt ár. Harrin skuldi lata tey heysta nóg nógv 6. árið.

Men Harrin gav teimum eisini lógir, at fyribyrgja at tey komu illa fyri búskaparliga. Um onkur var noyddur at selja jørð, skuldi hann ikki fyri altíð vera ognarleysur. Tað lesa vit um seinni í sama kapitli.

Vit síggja har at alt skuldi nullstillast 50. hvørt ár. Tað var tað stóra fagnaðarárið.

Tað er henda vón sum Jesaja tosar um – sum vit lósu í kap. 61. um fátæk sum fáa gleðiboð, og um Harrans náðiár.

Og tað er hetta profeti, sum Jesus lesur upp, tá hann byrjar sína tænastu. 

Jesus hevði verið í oyðimørkini, har hann varð freistaður av Satan, men kom sigrandi aftur í Andans kraft.

Og Jesus vendi í kraft andans aftur til Galileu; og tíðindi um hann komu út um øll bygdarløgini har um vegir. Og hann lærdi í samkomuhúsum teirra og varð lovaður av øllum. Og hann kom til Nasaret, har sum hann var vaksin upp, og hann fór, sum siður hansara var, hvíludagin inn í samkomuhúsið; og hann reisti seg upp at lesa fyri. Og bók Jesaja profets varð honum fingin, og tá ið hann opnaði bókina, fann hann niður á tann staðin, har sum skrivað stóð: «Andi Harrans er yvir mær, av tí at hann hevur salvað meg, til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstøddum leysum, til at kunngera eitt Harrans náðiár.» (Evangeliið eftir Lukas 4:14-19 FB)

Men hann tók undir at tala til teirra: «Í dag er hetta skriftorðið gingið út fyri oyrum tykkara.» (Evangeliið eftir Lukas 4:21 FB)

Jesus kom at loysa okkum úr okkara stóru skuld – syndaskuldini – og seta okkum í frælsi. Hann boðaði fagnaðarár, náðiár, sum ikki bert vardi 1 ár, men sum enn í dag er galdandi. Jesus vildi seta syndatrælir í frælsi:

Jesus segði tá við teir Jødar, sum tikið høvdu við trúgv á hann: «Um tit verða verandi í orði mínum, tá eru tit av sonnum lærusveinar mínir, og tit skulu læra at kenna sannleikan, og sannleikin skal fría tykkum.» Teir svaraðu honum: «Vit eru eftirkomarar Ábrahams og hava aldri verið trælir hjá nøkrum. Hvussu kanst tú tá siga: Tit skulu verða frælsir?» Jesus svaraði teimum: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Hvør tann, sum ger syndina, er trælur hjá syndini. Men trælurin verður ikki verandi í húsinum um aldur og ævir; men sonurin verður verandi har um aldur og ævir. Um tí sonurin fríar tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir. (Evangeliið eftir Jóhannes 8:31-36 FB)

Jesus hevði fyrr í hesum kapitli sett eina kvinnu í frælsi sum var bundin í hordómi. Hon sá sína synd og bleiv fræls – men hesir sjálvrættvísu sóu ikki at teir vóru bundnir. “Um tí sonurin fríar tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir”.

Vit hava øll brúk fyri at síggja okkara synd, fyri at verða frelst. Treytin fyri at loysa og fría ein træl, er at hann sær at hann er trælur.

Um vit siga, at vit ikki hava synd, tá svíkja vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum. Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi. Um vit siga, at vit ikki hava syndað, tá gera vit hann til lygnara, og orð hansara eru ikki í okkum. (1 John 1:8-10 FB)

Jesus hevur kallað okkum út úr myrkrinum, inn í sítt undurfulla ljós.

Jesus hevur givið okkum eitt náðiár – eitt fagnaðarár. Trælatíðin er farin, vit hava fingið sonarrætt – barnakor hjá Guði.

Ísraelsfólk kundu fáa eitt fagnaðarár tímiliga, meðan vit kunnu í Kristusi fáa fagnaðarárið andaliga – eitt ár ið ongan enda tekur. Vit koma inn í Guðs ríki við Jesusi – ígjøgnum hansara fullgjørda verk á Golgata.

Vit kunnu sanniliga fegnast. Gleðin í Harranum er okkara styrki.

Richard Wurmbrand, sum var í fongsli í 14 ár og píndur vegna sína trúgv segði: “einsamallur í klivanum, kaldur, svangur og ílatin lasar dansaði eg hvørt kvøld….. onkuntíð so fyltur av gleði, at eg føldi, at eg vildi sprongjast, um eg ikki úttrykti gleðina”.

Harrin vil geva okkum lovsong ístaðin fyri máttleysan anda, sum vit lósu.

Kennir tú teg máttleysan – syng lovsong!

Hava vit fingið eina opinbering av Jesusi, vilja vit fylgja honum, tæna honum og lovsyngja honum.

Jóhannes ápostul fekk eina opinbering av Jesusi: 

Eg varð burtur ryktur í andanum Harrans dag, og eg hoyrdi aftan fyri meg hart mál, sum var tað frá einum lúðri,

Og eg vendi mær við til at síggja, hvat tað var fyri mál, sum talaði við meg; og tá ið eg vendi mær við, sá eg … einhvønn, líkan einum menniskjusyni, klæddan í fótsíðum kyrtli og spentan við gullbelti um bringuna; men høvur hansara og hár var hvítt, som hvít ull, sum mjøll; og eygu hansara sum eldslogi; og føtur hansara líktust skínandi málmi, sum verður gløddur í ovni, og rødd hansara var sum ljóð av mongum vøtnum …og ásjón hansara var sum sólin, tá ið hon skínur í magni sínum. Og tá ið eg sá hann, fall eg niður fyri føtur hansara, sum var eg deyður, og hann legði høgru hond sína á meg og segði: «Óttast ikki! Eg eri hin fyrsti og hin síðsti og hin livandi; og eg var deyður, men sí, eg eri livandi um aldur og allar ævir. (Jóhannesar opinbering 1:10, 12-18 FB)

Tá vit fáa opinbering av JESUSI, missir alt annað virði. Vit síggja okkara virði í honum.

Vit hava eina vón, sum ber. Guðs Ríki er ævigt, og fagnaðarárið, sum byrjar her saman við Jesusi, skal ongan enda taka.

Soleiðis sum Jóhannes eisini hoyrdi, sum vit lesa síðst í Opinberingini, at Jesus er byrjanin og endin, og hann skal gera allar lutir nýggjar. Tá verður alt fullkomið.

Vit hava alla grund til at vera spent og gleða okkum. Tað verður betri og betri, men alt byrjar her í lívinum saman við Jesusi.