Vit lesa ein undurfullan og glaðan boðskap, sum varð profeteraður av Jesaja profeti:

Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Guð, ævinnar faðir, friðarhøvdingi. (Jesaja kap. 9, v. 6)

Barn er okkum føtt. 

Er tað nakað serligt? 

Tað verða jú nógv børn fødd.

Jú, hetta barnið var nakað serligt.

Jesaja hevur fingið orð frá Guði, um nakað sum skuldi henda í framtíðini.

Jesaja profeteraði hetta meiri enn sjey hundrað ár áðrenn Jesu føðing.

Og nú, 2.800 ár seinni, kunnu vit enn vitna, at profetorðið er satt.

Vit eru mong sum kunnu sanna, at JESUS, sum varð føddur, sum profeterað varð um, er Undur. Hann ger undur hvønn dag. Menniskju, sum ákalla Hansara navn, verða frelst, umbroytt, endurnýggjað og grødd. Bjargingin hendir, tá vit biðja til Guðs í Jesu navni.

Vit, sum hava lært Jesus at kenna, kunnu vitna, at hann er ein góður Ráðgevi. Tá vit hava roynt allar hugsandi møguleikar, er tó ein møguleiki eftir: at leita ráð hjá stóra Ráðgevanum.

Hann er Veldigur Guð. Hann, sum hevur skapt allar lutir. Allir lutir eru vorðnir til við Honum. Hann er verdur at verða tilbiðin og æraður.

Hann er Ævinnar Faðir. Ja, vit kenna Hann sum sannan Faðir, sum Pápa, ið sýnir okkum kærleika og umsorgan. Eisini tá menniskjuligur kærleiki ikki røkkur, kunnu vit líta á okkara himmalska Pápa. Hann er altíð tøkur at heita á.

Hann er Friðarhøvdingi. Vit kunnu av sonnum kenna Guðs frið.

Fullkomni friðurin verður ikki staðfestur fyrr enn Jesus kemur aftur.

Men longu nú kann friðurin valda, har menniskju koma saman í Jesu navni. Ja, menniskju av øllum fólkasløgum og tungumálum kunnu kenna hendan friðin og nærveru Jesusar. Í nærveru Jesusar hevur húðalitur ongan týdning, ei heldur, um vit eru stór ella smá, vaksin ella børn, rík ella fátøk, klók ella minni klók.

Jesu nærvera broytir alt!

Jesus varð føddur fyri at bjarga okkum.

Hann fekk navnið Jesus, tí hann skuldi frelsa fólkið frá syndini. (Matt. kap. 1, v. 21)

Leita til Friðarhøvdingan Jesus og tú fært eina æviga høgtíð!