Áðrenn Jesu føðing fekk Jósef boð frá einum eingli, fyri at staðfesta boðini ið Maria longu hevði fingið:

Og hon skal føða ein son, og Jesus skalt tú kalla navn hansara, tí at hann skal frelsa fólk sítt frá syndum teirra.» Matt 1:21

Jesus er navn hansara!

Navnið Jesus er ikki eitt tilvildarligt navn, men vísir á hvør hann er.

Jesus er einasta navn, ið Guð hevur givið okkum, sum vit skulu verða frelst við.

Okkum nýtist ikki at vála uttan mál og mið ella at trilva okkum fram í myrkri. Vit hava jú fingið eitt ljós at stevna ímóti.

Jesaja profeterar soleiðis um Jesu komu:

Tað fólkið, sum gongur í myrkri, skal síggja stórt ljós, og ljós skal lýsa yvir teimum, sum sita í deyðaskuggans landi. Jesaja 9:2

Vit kunnu sanniliga fegnast, tí Jesus kom í hendan heim við tí endamáli at frelsa okkum úr okkara glataðu støðu og leiða okkum úr myrkrinum inn í sítt undurfulla ljós.

Tað kann til tíðir síggja myrkt út, tá ið vit eru í truplum umstøðum við mótgongd, sjúku ella øðrum torførum kreppum. Men tá er gott at hava Jesus at fara til, sum skilir okkara støðu og kann leiða okkum ígjøgnum tað svára og dapra og føra okkum inn í ta vónina, sum ber okkum uppi og gevur mót og kraft av nýggjum.

Vónin, sum vit byggja á er ikki sjónlig í løtuni, men vit vita at hon ber, sum skrivað stendur:

Tí at í vónini eru vit vorðin frelst; men ein vón, ið sæst, er ikki vón, tí at hvør vónar tað, sum hann sær? Róm 8:24

Men vit kunnu ásanna her og nú, at tá vit leita til Jesus við okkara spurningum, so gevur hann svar ígjøgnum sítt orð og ígjøgnum Heilaga Andans rødd.

Hevur tú roynt Jesus? Hevur tú kastað tína byrðu á hann? Royn tað, og tú skalt sanna, at hann er har fyri at hjálpa tær.

Okkara lutur er at taka ímóti frelsugávuni og siga takk!

Jesus tók syndina og vit fingu frelsuna – tað er náði!

Taka vit Jesus við í okkara dagligu viðurskifti, nýtist okkum ikki at stúra fyri tí sum liggur fyri framman, tí hansara ynski er at metta okkara tørv og koma okkum nær við sínum friði – harvið fáa vit eina ríka og friðfulla høgtíð – og høgtíðin varir við.

Tá Jesus varð føddur fingu hirðarnir boð frá einglunum at friðurin kom við nýborna konginum – teir søgdu:

“Heiður veri Guði í hægsta himli, friður á jørð í menniskjum, sum Guð hevur tokka til!” Luk 2:14

Vit ynskja tær og tíni familju eini gleðilig og vónrík jól, har Jesu Kristi dýrd fyllir hjørtuni við sannari gleði!