Paulus sigur í Róm 5:

1. Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí frið við Guð við harra okkara, Jesusi Kristi,

2. sum vit við trúnni eisini hava fingið atgongd við til hesa náðina, sum vit standa í, og vit rósa okkum av vón um Guðs dýrd.

3. Ja, ikki bert tað, men vit rósa okkum eisini av trongdunum, við tað at vit vita, at trongdin virkar tolmóð,

4. og tolmóðin roynslu, men roynslan vón…

Ja, vit eru rættvísgjørd við at trúgva á Jesus. Tað ófatiliga verk, sum Jesus gjørdi fyri okkum, við tað at Hann doyði í okkara stað og tók á seg okkara syndir og misgerðir, er okkara bjarging.

Tað er ikki bara ein støk uppliving at møta Jesusi og fáa okkara syndir fyrigivnar og kenna Hansara frið. Nei, vit kunnu støðugt, ár um ár, dag um dag, ja, hvørja løtu vita, at Jesus er nær – at vit hava atgongd til náðina, sum vit standa í.

Paulus sigur víðari, at vit rósa okkum av vónini um Guðs dýrd. Síðani leggur hann afturat, at vit rósa okkum av trongdunum, tí at trongdirnar virka í okkum tolmóð.

Hava vit tolmóð, ella vilja vit helst sleppa ígjøgnum tað trupla skjótast gjørligt? Ja, tað er menniskjaligt at vilja ganga í ein boga uttanum tað, sum ikki er so hugaligt.

Men er tað nakað, sum Guð kann læra okkum í trongdunum?

Vit kunnu læra av Dávidi. Aftaná at hann var salvaður til kong mátti hann ígjøgnum nógvar trongdir, áðrenn hann gjørdist kongur. Sául, sum framvegis var kongur, lá honum eftir lívinum fleiri ferðir, men Dávid var tolin, tí hann bíðaði eftir Guðs tíðarætlan.

Einaferð, tá Dávid krógvaði seg fyri Sáuli í oyðimørkini, var hann farin inn í eitt stórt helli við monnum sínum. Síðani kemur Sául við monnum sínum og leggur seg uttast við í sama helli.

Nú halda menninir hjá Dávidi, at Guð hevur givið Sául upp í hendurnar hjá Dávidi, at nú er lagaliga løtan at gera av við Sául. Men Dávid vildi ikki gera honum nakað ilt, tí hann visti, at Sául var salvaður til kong av Harranum.

Fyri at gera longri søgu stutta, so skar Dávid eitt petti av hansara skikkju, og tá teir síðani fóru úr hellinum, vísti hann Sáuli klædnapettið, fyri at hann skuldi síggja, at hann vildi ikki drepa hann. Tá ið Sául sá kærleikan hjá Dávidi angraði hann sína atsókn og vendi heimaftur.

Dávid var ein maður eftir Guðs hjarta og hevði tol at bíða eftir Guði, eisini ígjøgnum líðing og trongdir.

Vit kunnu læra nógv av kvinnum og monnum í Guðs orði – skriftirnar eru jú skrivaðar okkum til lærdóms (Róm. 15:4).

Jákup sigur í kap. 5, ør. 11:

Sí, vit prísa teir sælar, sum tolgóðir hava verið; tit hava hoyrt um tolmóð Jobs og vita um ta endalykt, sum Harrin gjørdi; tí at Harrin er sára miskunnsamur og mildur.

Tað er víst, at Harrin er miskunnsamur. Tað er Hann, sum gevur okkum styrki, mót og úthaldni eins og Hann gav Dávidi og Job og mongum øðrum vitnum tolmóð í royndum.

Jesus styrki teg í teirri støðu, sum tú ert í.