Hugsið ikki um hitt umlidna og leggið ikki í geyma tað, sum áður var! Sí, nú skapi eg nýggjar lutir; tað sprettur longu, síggja tit tað ikki? Gjøgnum oyðimørkina leggi eg veg og leiði áir yvir reyn. Villdjórini, sjákálar og strutsar, skulu veita mær heiður, tí at eg vatni oyðimørkina og leiði áir yvir reynið, so at tað fólk, sum eg útvaldi, fær sløkt sín tosta, og tann tjóð, sum eg skapaði, má syngja mær lov. (Jesaja 43:18-21 FB)

Paulus sigur: men eitt geri eg: eg gloymi tað, sum er aftan fyri bak, og eg rætti meg fram eftir tí, sum er fyri framman, og skundi soleiðis at málinum, til tann sigursgrip, sum Guð hevur kallað okkum til úr erva í Kristi Jesusi. (Filippibrævið 3:14 FB)

Sig ikki: Vit hava ringar royndir – nei, vit vænta nakað nýtt !

Vit plaga at syngja: “Harri gev mær hugsjón nýggja, tína dýrd lat meg síggja, Jesus meir av tær”.

Tá vit síggja Jesus, fáa vit nýggja hugsjón.

Tað fer at regna aftur – Vit fara at kenna gróðrarríkar tíðir aftur!

Vit mugu standa saman sum Guðs fólk, og harvið fáa Guðs nærveru sjónliga okkara millum og í fólki okkara. Vit vilja tæna Jesusi og hvørjum øðrum við teimum náðigávum, vit hava fingið.

Tess vegna minni eg teg á, at tú birtir upp at loga ta Guðs náðigávu, sum er í tær við álegging handa mína. Tí at ikki gav Guð okkum mótloysis anda, men kraftar og kærleiks og hóvsemis anda. (Seinna Timoteusarbrævið 1:6, 7 FB)

Einleiki og kærleiki mugu vera eyðkenni okkara sum Guðs fólk!

Um tað tá er nøkur áminning í Kristi, um tað er nøkur kærleiks uggan, um tað er nakað samfelag andans, um tað er nøkur samkensla og miskunn, tá gerið gleði mína fullkomna, við tað at tit hava sama hug, hava sama kærleika og samlyntir hava eitt í huga, einki gera av egingirnd, einki av lyst eftir fáfongdari æru, men heldur í lítillæti meta hvør annan meira enn seg sjálvan, og ein og hvør hyggur ikki bert um tað, sum hansara er, men ein og hvør eisini um tað, sum aðrir hava. Sama sinnalagið veri í tykkum, sum eisini var í Kristi Jesusi, (Filippibrævið 2:1-5 FB)

Men ið hvussu er, skulu tit liva lív tykkara, sum tað sømir gleðiboðskapinum um Krist, fyri at eg, annaðhvørt eg komi og síggi tykkum, ella eg eri frástaddur, kann fáa at hoyra um tykkum, at tit standa fastir í einum anda og við eini sál stríða saman fyri trúnni á gleðiboðskapin, (Filippibrævið 1:27 FB)

Tað er týdningarmikið at vit standa saman. Vit skulu øll vera við. Saman dýrmeta vit Jesus, so ymisk, vit enn kunnu vera.

Jesus vanvirdi ikki tann veika, men reisti upp.

Kennir tú teg veikan, brotnan?

Jesus var eyðmjúkur, hann uppfylti profetaorðið í Jesaja 42:3 um rørið ið brákað er.

Ikki skal hann deila, ei heldur rópa upp í há; og ikki skal nakar hoyra mál hansara á gøtunum. Rørið, ið sundur er, skal hann ikki bróta, og skarið, ið rýkur, skal hann ikki sløkkja, til hann hevur ført rættin fram til sigurs. (Evangeliið eftir Matteus 12:19, 20 FB)

Tú, sum kennir teg brotnan: Jesus ger teg heilan!

tí at eg man hella út vatn yvir tað tystandi land og áarstreymar yvir turrlendið, úthelli anda mín yvir ætt tína og signing mína yvir avkom títt, (Jesaja 44:3 FB)

Um vit skulu koma at kenna verunligan einleika, er neyðugt at ganga í ljósinum.

Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd. (1 Joh. 1:7 FB)

Latið okkum ganga í ljósinum og saman tæna Harranum við dirvi!