”…og Jesus skalt tú kalla navn hansara, tí at hann skal frelsa fólk sítt frá syndum teirra.” Matt. 1:21.
Hesi vóru boðini Jósef fekk, tá hann var í iva, hvat hann skuldi gera, tí hann hugsaði, um hann skuldi rýma frá Mariu.
Jósef gjørdist Guðs kalli lýðin, og tók Mariu til konu – og harvið tók hann eisini Jesus til sín, sum sín egna.
Í dag verða eisini vit sett á val. Velja vit okkara egnu lystir, ella velja vit Harrans veg við okkara lívi. Vit kunnu vera stødd í nógvum ymiskum royndum og avbjóðingum í lívinum. Tað kann vera torført at velja, eins og hjá Jósefi á sinni. Men lær at lurta eftir Harrans rødd – Hann talar við Heilaga Andanum, tá tú lesur Guðs Orð, og letur tað mynda tínar hugsanir, og harvið eisini tíni val.
Ger sum Jósef, tak Jesus til tín, lat Hann gerast ein náttúrligan part av tínum lívi.
Jesu navn er einasta navn, ið vit kunnu verða frelst við – frelst frá okkara syndum, frá okkara vónleysu støðu og til eitt nýtt lív í Hansara nærveru. Hann vil geva okkum frið í hjarta og sinni okkara.
“Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki!” Jóh. 14:27
Jesus er tann einasti, sum kann geva lívi okkara veruligt innihald.
Kalla á Hansara navn, og tú verður fríur.
Vit ynskja tær og tínum kæru eini gleðilig og friðsæl jól !