Er tað nakað sum verður (mis?)brúkt í dag, so man tað vera Facebook. Tey flestu í dag hava ein profil á Facebook og brúka tað nógv; kanska serliga ta yngra ættarliðið ger nógv brúk av hesum palli, og lat meg siga beinanvegin, at Facebook eisini bæði kann, og verður, brúkt til ymiskt gagnligt.
Hugsar tær til, um Jesus gekk á fold í dag, heldur tú so, hann hevði brúkt Facebook? Hevði hann havt ein profil har? Spennandi tanki kanska, men tað sum er meir spennandi er tankin um, hvørt tú hevði ”adda” hann sum vin ella ikki?
Tó so, tað er TÍBETUR ikki á Facebook vit adda Jesus sum vin; hetta hevði kravt bæði teldu, signal, streym, telduførleikar osv.
Nei, tað krevst ikki at vera teldusniglingur fyri at fáa Jesus sum vin; tíbetur! Tað krevst heldur ikki ta nýggjastu telduna, ella gott teldusignal fyri at koma á tal við Jesus.
Tað er so sera einfalt: fyri at koma á tal við Jesus krevst bert, at tú ert sinnaður at tosa við Hann. Sært tú, Hann er longu ”online”, ja hann stendur faktiskt og bíðar: ”Sí eg standi við dyrnar og banki uppá” Opinberingin 3, 20.
Jesus ynskir at koma á tal við okkum, ja honum leingist at hoyra frá tær, men spurningurin er nær tú seinast hevur tosað við Hann?
Tá vit tosa við Jesus, antin um vit so falda okkara hendur í bøn ella um vit í máttloysi rópa til Hann, so kunnu vit verða trygg í hesum lyfti: Hann hoyrir!
Jesus er meir enn bert eitt fyribrigdi, og hann er meir enn bert ein maður sum gekk runt um og gjørdi væl fyri nærum 2000 árum síðani. Jesus var, er og fer altíð at vera: tann ið hoyrir, tann einasti sum kann veita frið, ja sannan frið og vón um eitt ævigt lív.
Hvør av okkum leingist ikki eftir hesum: frið og hvíld, grundfest í einari vón sum ber inn í ta æviga.
Falda tínar hendur ella rópa til Jesus, hann vil so fegin veita tær hvílu og frið, og bara Hann kann geva tær vónina sum ber inn í ta æviga.
Jesus ”online” júst nú… og bíðar eftir at hoyra málið í tær.