Páskirnar eru farnar aftur um bak, har vit hoyrdu um Jesu líðing, deyða, gravlegging og uppreisn. 

Tað eru týðandi frásagnir, sum nema tað grundleggjandi í kristnu trúnni, at Jesusar blóð reinsar frá allari synd, at verkið er fullgjørt, og at vit harvið hava fría atgongd inn til okkara faðir í himni gjøgnum trúnna á Jesus Kristus.

Nú minnast vit at Jesus fór til himmals at gera okkum ein bústað tilreiðar.

Ta seinastu løtuna saman við sínum lærusveinum sigur Jesus:

Men tit skulu fáa kraft, tá ið heilagur andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni bæði í Jerúsalem og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini.» (Áps 1:8)

So stendur víðari:

Og tá ið hann hevði sagt hetta, varð hann upp tikin, so teir sóu tað, og eitt skýggj tók hann burtur úr eygum teirra. Og sum teir stardu upp til himmals, í tí hann fór burtur, sí, tá stóðu tveir menn hjá teimum í hvítum klæðum, og teir søgdu: «Tit Galileumenn, hví standa tit og hyggja upp til himmals? Hesin Jesus, sum er upp tikin frá tykkum til himmals, skal koma aftur á sama hátt, sum tit sóu hann fara til himmals.» (Áps 1:9-11)

Hetta eru stór og góð tíðindi. Hetta eru ikki uppspunnar søgur, men ein veruleiki sum fleiri kundu siga frá.

Jesus varð sæddur av meiri enn 500 fólkum í senn aftaná uppreisnina, sum vit kunnu lesa í 1. Kor. 15:5-6.

Hendan løtan, tá Jesus fór frá teimum, kendist helst bæði ørkymlandi og hátíðarlig í senn fyri lærusveinarnar og hini, sum høvdu fylgt Jesusi, meðan hann gekk her á foldum. Jesus hevði sagt teimum, hvat fór at henda, og nú sóu øll, at tað gekk út, og seinni upplivdu tey, tá tey høvdu bíðað og biðið, at tey fingu, sum Jesus hevði lovað, talsmannin Heilaga Andan.

Um tey ikki høvdu upplivað Jesus, gjøgnum krossdeyðan og uppreisnina, og at hann fór til Himmals, høvdu lærusveinarnir og tey fyrstu kristnu ikki valt at ofra seg í tænastuni, ja, enntá at gingið í deyðan fyri hesa trúgv. Men, tey vóru sannførd! Sannførd um, at Jesus var Kristus, sonur Guðs, upprisin og livandi. Tey vóru sannførd um, at einasti vegurin til lívið var gjøgnum Jesus Kristus. Tey fóru út við gleðiboðskapinum, sannførd um at hvør tann sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur.

Sum Jesus hevði lovað, so fingu tey Heilaga Andans kraft, og boðaðu gleðiboðskapin við dirvi, loystu menniskju í Jesu navni úr djevulsins valdi, ja, úr myrkrinum og inn í Guðs undurfulla ljós og nærveru. Tað er stórt, at síggja Guðs kraft, sum umbroytir menniskju, ja, setir menniskju í verunligt frælsi.

Í hesum frælsi og í hesi kraft kunnu vit eisini liva, við trúnni á Jesus Kristus.

Jesus er farin til Himmals! Jesus kemur eisini aftur ein dag!

Tí er tað eisini sera umráðandi at vera tilreiðar at møta Jesusi!