Jóh. 11:1-44
Tit kenna kanska søguna um Lázarus, beiggja Martu og Mariu. Lázarus er sjúkur og systrarnar senda boð eftir Jesusi.
“Men tá ið Jesus hoyrdi tað, segði hann: Henda sjúka er ikki til deyða, men fyri dýrdar Guðs skuld, til tess at sonur Guðs skal verða dýrmettur av henni.” Jóh. 11:4.
Tá Jesus hoyrdi at Lázarus var sjúkur, var hann tó enn tveir dagar, har sum hann var.
Tá Marta og Maria senda boð eftir Jesusi, siga tær, at tann sum tú elskar, er sjúkur. Jesus ætlar sær at fara aftur til Júdeu, har sum Jødarnir nýliga ætlaðu at steina hann, men vil kortini fara.
“Og fyri tykkara skuld eri eg glaður, at eg ikki var har, fyri at tit skulu trúgva. Men latum okkum fara til hansara!” Jóh. 11:15.
Jesus velur at vera longri har hann er, eisini fyri lærisveinarnar, fyri at teir skulu trúgva.
“Men summir teirra søgdu: Kundi ikki hann, sum læt eyguni upp á hinum blinda, hava gjørt tað, at eisini hesin ikki var deyður?” Jóh. 11:37.
Tað stendur at Lázarus liggur fýra dagar í grøvini. Tá eg las hetta hugsaði eg fyrst, hví fer Jesus ikki beinanvegin, tá Marta og Maria senda boð eftir honum? Hetta er jú Lázarus, sum hann elskar. Um Jesus var farin beinanvegin, so hevði Lázarus ikki doyð.
Jesus ger hetta, so tey skulu trúgva. Hetta kann ikki forklárast náttúrligt, at hann reis upp frá teimum deyðu, uttan gjøgnum Jesus.
Vit skilja ofta ikki hví Guð ger sum hann ger. Vit biðja, og fáa ofta eitt heilt annað svar enn vit væntaðu. Guð sær heildina.
“Tí at hugsanir mínar eru ikki hugsanir tykkara og vegir tykkara ikki vegir mínir, sigur Harrin” Jes. 55:8.
Vit kunnu líta á Guð – Hann hevur givið okkum lyfti um tað!
“Troysta á Harran av øllum tínum hjarta, men lít ikki á vitsku tína.” Orðt. 3:5.