Øll vita vit av royndum, hvussu vælsignað tað er at fáa ein vatnsopa at leska niður á hjartað. Men tann, ið ikki er tystur, fer sjálvsagt ikki at fáa sær at drekka, um so ovmikið av vatni er til. Men tann, ið einaferð hevur drukkið av reinum kelduvatni, gloymir ongantíð, hvussu væl tað smakkar.
Soleiðis er tað eisini í andaligum høpi. Sambært Guðs Orði so manglar avgjørt ikki lívsins vatn, tað reina kelduvatnið. Tað manglar heldur ikki av andans úthelling, men tað er tostin eftir hesum kelduvatni, ið manglar. Eitt av mongum dømum í Skriftini sigur : ”Eg man hella út vatn yvir tað tystandi land og áarstreymar yvir turrlendið, úthelli anda mín yvir ætt tína og signing mína yvir avkom títt, tey skulu spretta sum gras millum vatna, eins og pílaviður við áarstreymar” Jes. 44:3-4. Eitt annað dømi: ”Eg skal geva tí, sum tystur er, av keldu lívsvatnsins fyri einki” Opb. 21:6.
Tað, sum ofta forðar, er at vit ístaðin tysta so nógv eftir tí, sum heimurin hevur at bjóða uppá, tað kann vera eftir peningaligum ríkidømi og mannaæru ella holdsins lystum, eftir teimum ovastu sessunum í samfelagnum, eftir mongum, sum holdið girnast eftir, ja tað er so ómetaliga nógv, sum nýmótans samfelagið hevur at bjóða uppá, og sum sær út til at vera akkurát tað rætta, men sum ber falsleika í sær og sum í veruleikanum dregur ein burtur frá Jesusi og kann fáa tann andaliga tostan at slokna.
Hvaðani skal tá tostin eftir teimum himmalsku góðu lutunum koma frá? Guð kann og vil ikki geva øðrum enn teimum, ið tysta, vatn av síni lívgandi keldu! Teimum, sum kunnu samanlíknast við eina mark, ið er skróturr, rivnað og uppturkað av skerpini, og sum treingir til vætu. Men tann, sum er mettur í sær sjálvum, kann sjálvsagt ikki fáa andan frá Guði.
Góða menniskja, ver tí biðandi og miss ikki mótið, Minst til, at tú ert skapt í hansara mynd og dýrabar í hansara eygum. Hann elskar teg og biður teg koma til sín við tí, sum tú stríðist við og leggja byrðarnar á hann. Hann gav tær ikki mótloysisanda, men bjóðar tær kraftar- og kærleiks- og hóvsemisanda. Trúgv, og ver bert áhaldandi í bønini! Tá skalt tú uppliva, at Harrin møtir tær, svara tínum bønum og opnar fyri lívsins kelduvaði og úthellir anda sín yvir teg og ætt tína og signing sína yvir avkom títt, inntil tú og tíni spretta sum gras millum vatna, eins og pílaviður við áarstreymar.
Soleiðis stendur skrivað, og tað má og skal eisini blíva veruleiki í tínum lívi. Tað, sum Harrin við sínum vitnum hevur skrivað í bíbliuni, tað vil og kann hann eisini gera. Lít á tað!