Tí at væl er orð krossins dárskapur fyri teimum, sum glatast, men fyri okkum, sum verða frelstir, er tað Guðs kraft. 1 Kor 1:18

Orðið um krossin er so heilt altavgerandi, tá talan er um frelsu ella glatan.  Hetta er tann boðskapurin, sum altíð hevur verið og altíð eigur at vera tann sentrali boðskapurin um Jesus. Tí við Jesu kross hendi tað, at alt tað, sum vit menniskju við okkara egnu kraft og vísdómi royna at stápla upp á beinini, av Guði verður sett til síðis og gjørt fullkomuliga til einkis.

Fyri ta nýmótans gudleysu “mentanina”, sum serliga hevur hertikið Europa, og sum tíverri eisini hevur fingið gott fótafesti her heima hjá okkum – er tí Orðið um krossin – nakað, sum vit við okkara egna klókskapi ikki vilja góðtaka og skilja – ein beint frammaná, eisini fyri okkum, sum av allari makt vilja vera miðdepil fyri øllum, sum viðvíkur okkara persóni, tí her skal eingin annar koma og siga okkum nakað! 

Nei, hvussu kann eitt menniskja, sum dyrkar sín egna vísdóm og er hertikið av heimspeki og tómari villu samsvarandi heimsins barnalærdómi, skilja ella góðtaka, at Guðs loyndarmál er opinberað í Jesusi Kristi, og at í honum eru allir dýrgripir vísdómsins og kunnleikans fjaldir?  Á krossinum fyrigav Jesus okkum allar misgerðir okkara og strikaði út skuldabrævið, sum kom okkum við, og var skrivað við boðorðunum, tað sum var okkum ímót, og hann beindi fyri tí, við tað at hann negldi tað á krossin. Hann avvápnaði valdini og harradømini og sýndi tey opinberliga fram, tá ið hann vann sigur yvir teimum í honum (Kol. 2:13-15).

Í 1.Kor. kap.2 ger Paulus hesa persónligu niðurstøðu um krossin:  “Og tá ið eg kom til tykkara, brøður, kom eg ikki sum avburðarmaður í málsnild ella vísdómi og boðaði tykkum Guðs vitnisburð. v2 Tí at eg ætlaði mær einki at vita tykkara millum uttan Jesus Krist og hann krossfestan. v3 Og eg var hjá tykkum í veikleika og í ótta og í miklari angist. v4 Og tala mín og boðan mín var ikki við sannførandi vísdómsorðum, men við ásannan av anda og kraft, v5 fyri at trúgv tykkara ikki skuldi vera bygd á mannavísdómi, men á Guðs kraft. v6 Men vísdóm tala vit millum hinna fullkomnu, men ein vísdóm, sum ikki hoyrir hesum heimi til ella høvdingunum í hesum heimi, sum verða til einkis; v7 men vit tala Guðs vísdóm í einum loyndarmáli, hin dulda, sum Guð frá ævigum tíðum hevur fyriskipað okkum til dýrdar”.

Mín inniliga bøn er, at vit í komandi ári skulu uppliva, at Harrin skal senda sín heilaga anda við einari veldugari veking yvir alt okkara fólk. Eg eri sannførdur um, at Harrin fer at brúka okkara unga ættarlið salvað við heilaga andans kraft til tænastu, tí hann hevur fleiri ferðir givið okkum hetta lyfti.