Í einum teknifilmi, sum eg ofta sá sum smádrongur, sótu ein eingil og ein djevul við hvørt sítt oyra á Pluto, har teir fortaldu honum hvat hann skuldi gera. Annar fortaldi honum hvat var rætt, og hin fortaldi honum tað, sum hann vildi hoyra. Ikki so yvirraskandi, so valdi hann í fyrstu atløgu at gera tað, sum djevulin segði. Í teknifilminum fær Pluto tó ringa samvitsku og tað endar við, at hann velur at gera tað, sum var rætt, heldur enn tað sum passaði honum best.
Hugsa tær, at vit nú býta hesar báðar um við lógina og evangelii, og seta tey við hvør sítt oyra. Lógin greiðir okkum allatíðina frá um, hvat ein noyðist at gera fyri at liva upp til øll tey krøv, ið eru sett okkum fyri at koma inn í Guds ríkið. Vit verða mint á tey tíggju boðini og alt annað, vit sum Kristin skulu liva upp til. Vit verða eisini ámint, hvørja fer vit ikki megna at halda ella gera tað ið vit eiga.
Við hitt oyra fortelur evangelii okkum, at Jesus hevur tikið allar okkara syndir, feilir og manglar og hann bar tað við sær, har tað varð nelgt á krossin saman við honum. Vit verða ámint av evangeliinum, at vegurin til Guds er opnaður, og hvør tann, ið ákallar Jesu navn, skal verða frelstur. Men hvørjum lurta vit meira eftir?
Tað er so menniskjasligt og lætt at lurta eftir lógini. Har hoyra vit um okkara feilir og manglar, um alt tað sum vit eiga at gera. Alt tað sum vit ikki megna, og alt tað sum vit gera skeivt. Tað er so mennsikjaligt og lætt tí tað er á so mangar h
luto, ein eingil og ein djevulrisir okkum upp. okkara egnu freelsum hvat vraættir satt!
Evangelii fortelur okkum tó tað sum er so nógvar ferðir størri. Evangelii er størri enn alt tað sum kann fáa okkum niður við høvdinum. Evangelii reisir okkum upp og tað er her vit kunnu fáa veruligt frælsi, gleði og styrki til dagin í dag og í morgin.
“tí at lógin varð givin við Mósesi, náðin og sannleikin komu við Jesusi Kristi.” Joh. 1,17