Ps 119:18 sigur: Lat upp eygu míni, at síggja eg kann undrini í tíni lóg (Torah)!
Sum lesandi í bíbliuskum hebraiskum, er tað lættari hjá mær, at skilja høvuðsevnini, sum eru umrøtt niðanfyri. Men, tað kann ljóða torført hjá einum, sum onga vitan hevur um Hebraiska málið. Hevur tú spurningar? Tað hevði glett meg, at tú sigur frá, um nakað er torført at skilja, ella fullkomiliga ímóti tíni vitan um Gud, og Hansara orð. Lat Hann lata upp okkara eygu, at síggja tey undrini, sum er í Hansara Torah (lógini).

Skattir, sum teir flestir Bíbliulesarar ikki megna at “síggja”

Bíblian byrjar við tveimum ógvusligum ymiskum søgum um skapanina av menniskjum. Hetta sá eg ikki í eina langa tíð.

Eg var lærdur at lesa mína Bíbliu frá einum “myndugleiki fyrst” sjónarmiði. “Myndugleiki fyrst” er ein átrúnaður máti at lesa Bíbliuna. Og í mínum átrúnaði vil tað siga – geva seg undir, samtykkja, akta og ikki seta spurning við myndugleika. Fyri okkum er Gud tann hægsti myndugleikin av øllum, og persónir, sum eru settir, sum leiðarar (samkomuleiðarar, prestar) í okkara átrúnaði hava fingið heimild frá Gudi. Sostatt “góð kristin” eiga at geva seg undir, samtykkja, akta, og ikki seta spurning við Guðs heimilaðu umboðsmenn!!!

Áðrenn eg bleiv prestur var eg einbankamaður. Mær dámdi serliga væl at greina roknskapir. Fyri meg vóru tær sum putlispælið, eg og móður mín dámdi væl at leggja saman. Eg leitaði ígjøgnum síðu eftir síðu av tølum og fótnotum við tí fyri eyga at byggja eina nágreiniliga fíggjarliga mynd av einum persóni, firma, ella felagskapi. Tað at blíva prestur forðaði mær ikki í at hugsa uppá ein analytiskan hátt. Í tí løtuni, tá ið eg byrjaði at studera í álvara orðini í míni Bíbliu, sá eg eina rúgvu av sjónligum spurningum – og nakrir av teimum spurningum avbjóðaðu tí almennu “erklæring om tro”, sum mín átrúnaður er grundaður á.

Hvussu hugtikin heldur tú, at mínir “leiðarar” og “kirkjulimir” vóru, tá ið eg vildi deila teir áhugaverdu spurningarnar eg fann?

Tað, sum hevði týdning í mínum átrúnaði var, at hava “tey røttu svarini”. Tað snúði seg ikki um at seta teir “sjónligu spurningarnar”. Men, at “grava í teimum fornaldarligu Hebraisku tekstunum í Bíbliuni, sum Jesus brúkti (Gamla Testamenti)” skapaði fleiri spurningar, enn svar. Tað var ætlað júst so. Tí, uttan at kenna spurningarnar fyrst, kann man ikki skilja svarini. Eitt dømi:

Í fyrru søguni í 1 Mós, hevur hevur gudurin einki navn. Í mínum átrúnaði, var navnið av okkara Gudi hægst á listanum um “erklæring um tro”. Gev gætur: “Gud” er ikki navnið av hesum “gudi” ella av onkrum ørðum gudi í tí Bíbliuni, sum Jesus brúkti (Gamli Testamenti). Hetta átti at fingið okkum at sett nakrar spurningar.

Gudurin, sum einki navn hevur, skapar ein “ADAM” – eitt Hebraiskt orð, og ikki navnið hjá einum persóni. Hesin ADAM er ein kombinatión av tveimum individum – kallkyn og kvennkyn.

• Tey avspegla hvønn annan, samstundis, sum tey eru mótsetningar

• Tey eru javnlík og nóg mikið til hvønn annan

• Tey samarbeiða á ein friðsaman hátt

• Tey meta lívið hjá hvørjum øðrum, og lívið hjá øllum menniskjum sum heilagt – lívið hjá øllum menniskjum hevur uppiborið virðing og vernd.

Hesin gudurin vegleiður tey um, hvussu eydna í lívinum er tengd av innføring av heilaggerðing í relatiónum við onnur:

Heilagt sexuelt forhold. Sex er heilagt. Hetta er tí, at tað kann skapa eitt nýtt menniskjalív. Tey flestu av okkum komu til verðina soleiðis. Óansæð hví hasi tvey fólkini gjørdu tað – tað hevði stóran meining fyri okkum.! Sex er eisini heilagt, tí tað er eitt av teimum mest sterku upplivilsum – og samanhald eitt menniskja kann hava við eitt annað menniskja. Sjálvt um úrslitið av sex ikki er eitt barn, hevur hetta við sær eina dramatiska broyting í einum forholdi – millum tey bæði fólkini, sum eru involveraði – og tað smittar av til onnur fólk rundan um tey.
Heilagt foreldraforhold. Tann fyrsta relatiónin er millum faðir og móður. Teirra relatión lærir teirra barn, at virða menniskjalív. Tann næsta relatiónin er foreldur/barn. Tað er ábyrgdin hjá foreldrunum at vakja yvir, verja, hava umsorgan fyri, og vegleiða teirra barn at vera eitt menniskja – og geva honum ella henni (barni) teir bestu møguleikarnar í lívinum. Eitt av teimum mest vigtigu evnum er at stýra sínum sinnalagið og sjálvsaga.

Men, í aðru søguni er gudurin kallaður Yahweh. Hetta sæst ikki í tulkingum. Niðanfyri er ein tulking av aðru søguni (1 Mós 2:5)

Tá ið Harrin Guð skapaði jørð og himin

Hetta er mín tulking av teimum hebraiku orðumum, sum eru brúkt:

Tá ið Yahweh ein gud skapaði jørð og himlar

Hetta átti at fáa okkum, at seta spurningar. Í hesari søguni gudurin, sum er kallaður Yahweh eisini skapar ein ADAM (tað sama Hebraiska orðið, sum er brúkt í fyrru søguni).
Men, hesin ADAM er navnið av einum mannfólkið!
Tað vil siga, at hann kann ikki skapa “heilagar relatiónir” við øðrum, av tí, at hann er tað einasta menniskja, sum er til! Hetta eigur at fáa okkum at seta fleiri aðrar spurningar.

Tað fyrsta, sum gudurin Yahweh ger, er at geva manninum eitt boð (snýr seg um at vera myndugleikatrúgvur):

«men av træi kunnleikans um gott og ilt skalt tú ikki eta; tí at so skjótt, sum tú etur av tí, skalt tú vissuliga doyggja!»

Hvat vilja gott, ilt, ella doyggja siga við henda mannin? Hann hevði jú eingi foreldur at læra hann nakað. Yahweh gevur honum onga vegleiðing – Yahweh peikar ikki á, at træðið beint við síðuna av tí forbodna træðnum er træðið um ævigt lív. Hevði tað ikki verið eitt gott ting, at maðurin fekk hetta at vita? At eta av fruktini hevði gjørt hann ódeyðiligan – hetta hevði verið ein sera veldigur máti at liva uppá. burdi tú havt fleiri aðrar áhugaverdar spurningar.

Hetta er bert eitt brot av løgum av tíðarprógvaðum vísdómi, virðum og læru um lív, sum eru íroknaði í søgunum í okkara Bíbliu – vitan, sum er líka relevant fyri menniskjalívið í dag, líka sum fyri fleiri túsund árum síðani.

Tað, sum tú ikki finnur íroknað í hesum søgunum er ein teologi, sum ásettur rammurnar um trúgv.

Meðan tú lesur tína Bíbliu, gloym ikki at leita eftir teimum sjónligu spurningunum – síggj teir skattarnir, sum teir flestu Bíbliulesarar ikki kunnu síggja!
Jim Myers