Róm 10:8 -11
Men hvat sigur hon? «Orðið er tær nær, í munni tínum og í hjarta tínum.» Tað er tað trúarorðið, sum vit prædika.
Tí at um tú játtar við munni tínum, at Jesus er harri, og trýr í hjarta tínum, at Guð vakti hann upp frá deyðum, tá skalt tú verða frelstur;
tí at við hjartanum verður trúð til rættvísi, men við munninum verður játtað til frelsu.
Tí at skriftin sigur: «Hvør tann, sum trýr á hann, skal ikki verða til skammar.»
Trúgvin á Guð kann síggjast í ymiskum støðum og umstøðum í lívinum, og tað eru mong sum kunnu vitna, at trúgvin ber, og trúgvin ger ikki til skammar.
Ígjøgnum bíbliuna kunnu vit lesa um kvinnur og menn sum høvdu trúgv á Guð – tvs. tey høvdu álit á, at Guð var mentur at føra tey ígjøgnum enntá truplar umstøður.
Kendasti persónur í gamla testamenti sum er umtalaður við sterkari trúgv er Ábraham – hann verður eisini nevndur okkara trúarfaðir.
Tað stendur um hann, at hann trúði Guði, tá Guð talaði til hansara um hansara framtíð:
1 Mós 15:6
Tá trúði Ábram Harranum; og hann roknaði honum tað til rættlætis.
Í nýggja testamenti lesa vit um Ábraham – í Rómv.br.
Róm 4:20-24
Men um fyrijáttan Guðs ivaðist hann ikki í vantrúgv, heldur styrknaði hann í trúnni, við tað at hann gav Guði æruna,
og var fullvísur í tí, at tað, sum hann hevði lovað, var hann eisini mentur at gera.
Tí varð tað eisini roknað honum til rættvísi.
Men at tað varð honum tilroknað, tað varð ikki skrivað bert fyri hansara skuld,
men eisini fyri okkara skuld, sum tað skal verða tilroknað, okkum sum trúgva á hann, sum vakti upp Jesus, harra okkara, frá deyðum,
Altso, tað, sum er skrivað, er eisini skrivað fyri okkara skuld, fyri at vit skulu verða styrkt í trúnni á Guð. At Guð sum hjálpti og gjørdi undurverk í forðum er hin sami fyri okkum.
Vit lesa eisini um onnur enn Ábraham, sum vóru virkin í trúgv – tey settu seg ikki niður í hjálparloysi, tá á stóð.
Vit lesa um tá ísraelsfólk høvdu verið leingi í útlegd í Egyptalandi, at tey vóru trælkað, tí egyptar sóu tey sum eina hóttan. Dreingjabørnini skuldu drepast, tá tey komu í verðina.
Tað var í hesi tíð, Móses varð føddur. Tað lesa vit í 2. Mós. kap. 2.
Mamma hansara krógvaði hann í fyrstuni. Men tað bar ikki til í longdini, so hon flættaði eina kurv, smurdi hana við biki, legði lítla Móses í hana og setti kurvina síðani millum sevini í Nílánni.
Vit skulu nú í eina løtu hoyra um eina unga gentu, sum hevði trúgv – og sum var trúføst.
Systir Mósesar, tók á seg at hyggja eftir honum. Vit ganga út frá, at hendan systirin er Mirjam, tí tað sær út til at tey vóru einans 3 systkin.
Hendan unga gentan, Mirjam, hevði umsorgan fyri lítla beiggja sínum, Mósesi.
Móses lá har hjálparleysur í kurvini í Nílánni. Tey vistu, at hetta var ikki nøkur varandi loysn.
Tey høvdu brúk fyri at Guð gjørdi okkurt. Og tað gjørdi Hann.
Nú kemur dóttur Fárao oman til ánna at vaska sær, og hon sær tá kurvina úti í Nílánni, millum sevini. Hon sendir eina av ternum sínum út í ánna eftir kurvini og sær tá dreingjabarn sum liggur og grætur. Hon hugsaði beinanvegin, at hetta var eitt barn av hebrearum, sum varð krógvað fyri at tað ikki skuldi verða dripið.
Nú var Mirjam tilreiðar at virka í røttu løtuni – í hesi lagaligu løtu – og hon spurdi dóttur Fárao, um hon skuldi fara eftir eini hebráiskari konu, sum kundi geva bróstamjólk.
Tað var prinsessan við uppá, og Mirjam fór eftir mammu síni.
Mamman og prinsessan fingu so avtalu í lag – og mamman fekk enntá samsýning – pening – fyri at passa son sín Móses. Soleiðis var Móses aftur hjá familju síni inntil dóttur Fárao fekk hann aftur, tá hann var størri.
Mirjam hevði slíka umsorgan fyri beiggja sínum.
Tað síggja vit í hesum ørindinum:
2 Mós 2:4
Systir hansara tók støðu eitt sindur har frá til tess at vita, hvussu honum mundi fara at gangast.
Mirjam hevði umsorgan sum var virksom í trúgv.
Vit lesa seinni um Mirjam – og nú er hon ein eldri kvinna – tá ísraelsfólk vóru farin úr Egyptalandi og komin yvir um Reyðahavið, at hon leiddi lovsangin:
2 Mós 15:20-21
Tá tók Mirjam, profetkona, systir Árons, glymskál í hond; og allar konurnar komu aftan á hana við glymskálum og dansi.
Og Mirjam skipaði hjá teimum og kvað: Syngið fyri Harranum, tí at hátt er hann hevjaður; hestum og reiðmonnum stoytti hann í havið!
Hon verður her nevnd profetkona.
Og hjá Mika profeti lesa vit, at hon verður nærmast sett javnt við beiggjar sínar, við at leiða fólkið úr Egyptalandi.
Harrin sigur soleiðis við ísraelsfólk:
Mika 6:4
Eg leiddi teg jú niðan úr Egyptalandi, frelsti teg út úr trælahúsinum og sendi Móses, Áron og Mirjam til at ganga undan tær.
So Mirjam hevði ein stóran leiklut í, at Ísraels fólk varð bjargað úr Egyptalandi. Hon varð leidd av Heilaga Andanum at bjarga beiggja sínum Mósesi, sum fekk tann heiður at gerast ein tann stórsti leiðarin, vit kenna til. Móses var dugnaligur til nógv – ikki minst til at skriva, sum ikki var so vanligt tá fyri 3.500 árum síðani. Tí hevur verið settur spurningur við, um tað kann bera til at Móses hevur skrivað Mósebøkurnar, inntil Lógarsavnið hjá Hammurabis varð funnið, sum varð skrivað av einum kongi í Bábel nøkur hundrað ár áðrenn Móses.
Nógv av tí, sum Móses hevur skrivað, er prógvað í nýggjari tíð gjøgnum fornfrøðiligan útgrevstur.
So Bíblian verður prógvað ferð eftir ferð. Sjálvt tað at jørðin er rund tosar Jesaja um fyri meiri enn 2.700 árum síðani.
Vit hoyrdu í áðni um Ábraham. Guð segði við hann
1 Mós 15:5
«Lít upp móti himni og vita, um tú fært talt stjørnurnar har!» Og hann segði: «So fjølmangt skal avkom títt verða.»
Jer. 33:22 Eins og herur himinsins ikki verður taldur…
….og so eru tað bara eini 500 ár síðani, at vísindin fann útav, at stjørnurnar eru so mangar, at ikki ber til at telja tær.
Trúgvin á Guð Faðir, Guð Son og Guð Heilaga Anda er ikki bara ein kunnleiki, vit hava, við tað at vit síggja prógvini, men trúgvin er eisini ein sannføring í hjartanum, við at Heilagi Andin er virksamur gjøgnum Orðið, sum verður boðað.
Vit lósu í byrjanini úr Rómv. br. kap. 10
Róm 10:8
Men hvat sigur hon*? «Orðið er tær nær, í munni tínum og í hjarta tínum.» Tað er tað trúarorðið, sum vit prædika.
- rættvísin, sum er av trúgv
Altso, vit eru rættvísgjørd av trúgv, við at trúarorðið, sum verður prædikað, kemur inn í okkara hjarta og birtir lív – og vit fáa játtað tað við munninum – játtað hvat? Jú, játtað at Jesus er Harri – og Hann er mín frelsari.
Róm 10:9-10
Tí at um tú játtar við munni tínum, at Jesus er harri, og trýr í hjarta tínum, at Guð vakti hann upp frá deyðum, tá skalt tú verða frelstur;
tí at við hjartanum verður trúð til rættvísi, men við munninum verður játtað til frelsu.