Jesus sigur við lærusveinarnar í Jóh 14:1:
«Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Guð, og trúgvið á meg!
Í hesum tíðum, nú ein farsótt gongur um allan heimin, eru tað mong, sum eru stúrin og óttafull, ja, kenna seg hjálparleysan og friðleysan.
Tað, sum Jesus sigur við sínar lærusveinar – at teirra hjarta ikki skal verða óttafult – sigur hann stutt áðrenn, at teir koma at verða vitni til størstu kreppu í teirra egna lívi.
Jesus fyrireikaði teir uppá, at Hann, lærumeistarin og Harri teirra skuldi doyggja.
Teir høvdu yvirgivið alt, vórðu farnir frá teirra arbeiði og inntøkukeldu fyri at fylgja Jesusi eftir.
Hvussu verður nú? Hvar fáa vit dagligt breyð? Hvat fara hini nú at siga?
Spurningarnir vóru helst nógvir.
Jesus hevði fyrireikað teir frammanundan, men teir skiltu ikki rættiliga, hvat framtíðin fór at bjóða teimum.
Men nú sigur Jesus við teir: «Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Guð, og trúgvið á meg!
Í dag sigur Jesus tað sama við teg og við meg.
Vit kenna ikki hvussu komandi dagarnir fara at verða, men vit kunnu læra av umstøðunum, sum lærusveinarnir vóru í.
Hvat merkir tað at trúgva á Guð, og at trúgva á Jesus?
Jú, eins og lærusveinarnir komu at ásanna, at Jesus helt orð, soleiðis kunnu vit eisini trúgva á Hann, og síggja at Hann er hin sami í dag.
Jesus gav sítt lív á krossinum, varð gravlagdur, men Hann reis uppaftur triðja dagin, og tíbetur hevði Hann ikki gloymt sínar vinir. Meðan teir enn vóru óttafullir og í kreppu, kemur Jesus til teirra, sum vit lesa í Jóh 20:19:
Men tá ið komið var at kvøldi henda sama fyrsta dag í vikuni og meðan dyrnar, har sum lærusveinarnir vóru, vóru læstar, av ótta fyri Jødunum, kom Jesus og stóð mitt ímillum teirra og sigur við teir: «Friður veri við tykkum!»
Hetta vóru lívgevandi, friðfull og lekjandi orð fyri teir, og ein friðarheilsan, sum vildi nakað; ein heilsan, sum bar teimum frið og vón og somuleiðis boð um sigur á deyðanum og sigur á tí ónda.
Tað góða er, at vit kunnu taka hesi orð til okkara í dag í dagsins samfelag og umstøðum. Ja, vit kunnu eisini siga við hvønn annan: Verð ikki í óttanum, men trúgv á Jesus, lít á Hann sum er Friðarhøvdingin!
Les og grunda yvir orðið, sum Jesus talar, trúgv á Hann og bið til Hansara, og tú skal kenna friðin, sum bara Hann kann geva. Nærvera Jesusar verður tá ítøkilig og broytir okkara hugburð til umstøðurnar, ja, Hansara nærvera broytir alt – eisini í dag!