Møta andaliga, sálarliga og likamliga tørvin hjá menniskjum
Virka fyri einleika millum Guðs fólk
Útgreiningin av hesum kann ljóða soleiðis
Vit eru kallað fyrst og fremst at æra Guð. At æra Faðirin, Sonin og Heilaga Andan í lovsangi, í tilbiðjan, í orði og gerningi annars.
Vit eiga at vera tilreiðar at møta menniskjum, har tey eru, bæði andaliga, sálarliga og likamliga. Bønin má vera fyri okkum øll: “Guð, opna okkara eygu, oyru og sinni at síggja tørvin, og gev okkum orku at fremja títt verk, saman við Heilaga Andanum”.
Jesus hevur biðið fyri okkum, at vit øll mugu vera eitt. Latið okkum vera við og gera okkara part. Guð er tann sami fyri øll. Guð ger ikki mannamun.(Áps. 10:34)