Søgan

Tann karismatiska vekingin

Karismatiska vekingin byrjaði sum ein rørsla í 1961 í USA og gjørdist til eina heimsumfatandi rørslu, ið eisini kom til Norðanlond, har Noreg var tað fyrsta landið.

Í Føroyum fingu vit at kenna nakað til hesa rørslu fyrst í 1970-unum. Útlendskir prædikumenn (serliga norðmenn) komu til Føroya. Tað kom røringur í fólkið, og tað streymaði til og vísti seg at vera sera opið fyri boðskapinum, sum hevði sterka ávirkan. Nakað – fyri mong – ókent og nýtt var tann mátin, sum orðið varð praktiserað uppá. Eisini fóru fleiri føroyingar – millum aðrar Jákup Magnussen, prestur og Maja Dalsgarð – niður til Danmarkar á páskum í 1975 til eina karismatiska konferansu í Roskilde, har so kendir menn sum Aril Edvardsen, Michael Harry, Svend Bojsen, Håkon Bojsen og Lars Messerschmitt vóru høvuðstalarar.

Í Føroyum vóru tað mong, sum vóru opin fyri hesi veking, og vildu tey tí fegin koma saman í felagsskapi, og eisini – sum leikmansrørsla – at vera við til at vekja Føroya fólk andaliga. – Ein av teimum mongu, sum her heima gingu á odda í vekingini, var Tummas Juul Askham.

 

Visiónin

Millum onnur vóru eisini fólk úr Hoyvík og úr Havnini, ið tóku seg saman (hetta var í jan. 1981) sum leikfólk at gera eitt andaligt missiónsarbeiði. Tí visiónin var, at fólkið mátti verða frelst og varðveitt í trúnni á Jesus Kristus, og samstundis var eisini ein longsul eftir at skapa størri einleika millum Guðs børn.

Fyri at stremba ímóti hesum máli, settu hesi fólk sær fyri at arbeiða soleiðis, at Guðs Heilagi Andi kundi fáa loyvi at brúka allar limir á likaminum sum sendiboð í tænastuni í Krists stað, íklæddir Heilaga Andans kraft, so at Jesus Kristus kundi verða opinberaður sum harri og frelsari millum okkara fólk. Og eisini var tað eitt brennandi ynski at kunna verða eitt arbeiðsamboð, ið kundi fremja størri einleika millum tey kristnu, soleiðis at vit við áliti á hvør annan kundu samarbeiða við allar evangeliskar meinigheitir og felagsskapir.

Virksemi

Av tí, at Meinigheitin í Hoyvík ikki hevur átt egin hús, hevur alt virksemið verið út frá leigaðum hølum:

  • Í Hoyvíkar skúla frá 1981 til 2001
  • Í Oasuni í Krókabrekkuni (eini leigað hús) frá 1990 til 1995
  • Í Oasuni í Jónas Broncksgøtu (ovasta hædd hjá P/f Thomas Dam) frá 1995 til 1999

Í høvuðsheitum hevur Meinigheitin í Hoyvík havt hetta andaliga virksemi:

  • Sunnukvøldsmøti í Hoyvíkar skúla frá 1981
  • Sunnudagsskúla í Hoyvíkar skúla frá 1985
  • Stevnur og legur (m.a. páskastevnur, bønarráðstevnur, meinigheitslegur o. t.)
  • Evangelisk møti á øðrum plássum kring landið
  • Ein virkin ungdómsbólkur, sum byrjaði í 1980-árunum
  • Temadagar við bíbliuundirvísing (í Oasuni) frá 1995
  • Saltið (undirvísing fyri børn úr 8-ára aldri í Oasuni), tíðarskeiðið 1995-1999
  • After Eight (undirvísing fyri børn úr 12-ára aldri í Oasuni), eisini 1996-1999
  • Skipaða bíbliuundirvísing (Alfa-skeið í leigaðum hølum á Føroya Læraraskúla) frá 1999

 

Grundstykki

  • Eftir fund við og tilráðing frá býararkitektinum tann 19. jan. 1999 sendi meinigheitin eina umsókn til Tórshavnar býráð um at fáa til keyps eitt grundstykki eystanfyri Løgmannabreyt fram við Vegnum Langa. Tað kom ongantíð nakað beinleiðis svar upp á hesa umsókn, uttan tað, at vit skuldu frætta nærri.
  • Men 7. mars 2000 bjóðar býararkitekturin meinigheitini eitt grundstykki til keyps, sum liggur við Vegin Langa beint eystanfyri Djúpagilsveg. Tað søkti meinigheitin so um tann 16. mars 2000. Men tað kom heldur ikki hesaferð nakað beinleiðis svar uppá hesa umsókn.
  • Men ístaðin fekk meinigheitin 27. apr. 2000 eitt svar, har Tórshavnar býráð bjóðaði eitt stykki upp á uml. 1650 m2 (stykki nr. 9) eystanfyri Løgmannabreyt. Tann 28. juni 2000 bleiv tað játtað av býráðnum. Meinigheitin tók av tilboðnum og keypti tað.

 

Meinigheitin keypir bussverkstaðið frá Gunnleivi Danielsen

Men av tí, at einki røktist fyri, at útstykkingin fór í gongd, so byrjaði meinigheitin at leita eftir onkrum øðrum húsum, sum vóru til sølu, og sum kundu brúkast til meinigheitsaarbeiði. Har vóru nógv ymisk uppskot um keyp, men eftir tógvið stríð og strev endaði tað so við keypinum av ognini hjá Gunnleivi Danielsen Uppi á Brekku 3, sum varð keypt tann 1. apríl ár 2001. Samstundis varð stykkið nr. 9 latið aftur til Tórshavnar býráð, tí tað var hildið at vera alt ov lítið at byggja á.

 

Útstykkingin eystanfyri Løgmannabreyt fer í gongd

Í 2002 kom endiliga gongd á útstykkingina eystanfyri Løgmannabreyt, og av ymsum merkiligum orsøkum hendi tað, at Tórshavnar býráð bjóðaði meinigheitini at keypa eitt størri stykki (stykkini nr. 9 og nr. 10 samanløgd), umleið 4000 m2 til støddar. Tann 20. nov. 2002 søkti meinigheitin so um at fáa tað til keyps, og stykkið bleiv játtað okkum tann 14. mars 2003. Men tá avtornaði, fingu vit ikki allar 4000 m2, tí Tórshavnar býráð heitti á okkum um at lata 500 m2 burtur av stykkinum nr. 9. So tað endaði við, at meinigheitin keypti eitt grundstykki upp á uml. 3500 m2.

 

Byggingin av nýggju Oasuni byrjar

Nú varð beinanvegin farið í gongd við projektering og allar neyðugar fyrireikingar til byggingina. Tekningin varð gjørd, byggiloyvið fingið, fígging fingin í lag (eginkapitalur + lánitilsøgn) og tilboð upp á allar entreprisur innheintað. Tá allir formalitetir vóru í lagi, kundi farast til verka, og byggiarbeiðið byrjaði tann 19. juni 2004. Tá vóru fyrstu formarnir settir upp. Viðmerkjast skal, at ein partur av fíggingini fekst til vega við at selja ognina Uppi á Brekku 3. Hon bleiv seld tann 1. jan. 2004 til grannan eystanfyri: P/f Balslev.

  • Oasan varð bygd í tíðarskeiðnum frá 19. juni 2004 til 2. juni 2005
  • Projektering: Oasan (leiðslan)
  • Tekning: Eyðun Zachariassen
  • Bygginevndin (Magnus Simonsen fm. v. fl.) hevði eftirlit við arbeiðnum og hevði fíggingina um hendi
  • Betongarbeiðið: Pf. Articon
  • Timburarbeiðið: KJ-Smíð
  • Gólváleggingararbeiðið: Litaval
  • Hita- og sanitetsarbeiðið: Reno-Vent.
  • El-innleggingin var gjørd av El & Tele (við nakað av sjálvbodnari hjálp).
  • Ljóðprojektið var gjørt av Jóhannes Steingrund.
  • Máling bæði innan og uttan, flísaarbeiðið í gongini og WC-rúmum, og mangt mangt annað varð gjørt av sjálvbodnari arbeiðskraft.
  • Viðvíkjandi byggingini er í stuttum at siga, at tað gekk óvanliga væl, soleiðis at húsini kundu takast í nýtslu um summarið 2005.
  • Almenna vígslan av húsunum var síðst í august 2005.