Aftaná karismatisku vekingina í sjeytiárunum tóku ábyrgdarfólk seg saman at hava húsmøtir í Havn, fyri at tey, sum komu til trúgv á Jesus, kundu hava ein andaligan felagsskap. Um sumrarnar vóru somu fólk virkin á møtunum, sum Tjaldmissiónin skipaði fyri.
Í framhald av húsmøtunum varð so byrjað við møtum í Hoyvíkar Skúla.
Møtini byrjaðu í januar 1981, og hava verið hildin regluliga síðani tá – eini 20 ár í Hoyvíkar Skúla og síðani Uppi á Brekku í nøkur ár, men seinastu 16 árini á Kirkjustræti – tvs. øll árini hava vit hildið til í Hoyvík, tó hava vit harumframt leigað hølir niðri í býnum í nítiárunum.
Fyri næstan 20 árum síðani stovnaðu vit fríkirkju.
Navnið hevur seinastu árini verið Fríkirkjan Oasan.
Framvegis er endamálið at boða gleðiboðskapin um Jesus, hann sum frelsir og gevur lívinum innihald og meining.
Vit hava ásannað at Jesus er vegurin, sannleikin og lívið.
Okkara ynski er at mong skulu koma at kenna Jesus sum sín vin og frelsara.
Tú ert vælkomin til møtini í Oasuni.