Altjóða KvinnubønadagurinAllar kvinnur eru vælkomnar til hetta bønarátak, sum í ár verður í Filadelfia, Landavegur 22 í Havn, fríggjakvøldið 4. mars, kl. 19.30.

Kvinnubønardagurin er ein heimsumfatandi og felagskristiligur bønardagur, har kvinnur úr øllum heiminum koma saman at biðja fyrsta fríggjadag í mars.

Nú eru meir enn 170 lond við í hesum bønarfelagsskapi.