Ja, nú eru aftur óvissar tíðir vegna korona. Vit hava tí avgjørt, eftir tilmæli frá heilsumyndugleika, at avlýsa guðstænastu og bønamøti fyribils. Vit siga frá, tá vit byrja aftur – vónandi skjótt!

Ætlanin er at leggja onkra upptøku frá í vár út á netið sunnudag.

Vónandi hava tit tað øll gott!

Um okkurt átrokandi er – um samtala ella forbøn ynskist eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Harrin signi tykkum øll!