BUBUÍ samband við Páskastevnuna, sum verður í Oasuni 24. – 28. mars, verður eitt stórt familjutiltak við ymiskum spennandi á skránni leygardagin 26. mars, kl 15.00. Barnakór undir leiðslu av Sigrið Sivertsen kemur at syngja og Elsa Østergaard heldur eina stutta talu.

Vælumtókti og landskendi klovnurin Bubu kemur á vitjan, og vit koma at syngja og hava tað stuttligt saman. Øll eru hjartaliga vælkomin!