Í Efesusbrævinum kap. 5, vers 1, lesa vit:

Verðið tí eftirfylgjarar Guðs eins og elskað børn.  

Hvussu eru børn, sum eru elskað? 

Jú, av tí at tey kenna seg elskað av sínum kæru, vilja tey hava tey sum fyrimynd.

Vit hava nógvar góðar fyrimyndir í bíbliuni.

Ísraelsfólk høvdu verið trælir í Egyptalandi og vórðu leidd út av Mósesi við Guðs hjálp. 

Hvør hevði verið hjálpari hjá Mósesi í mong, mong ár?

Hann var í ferðini niðan á fjallið við Mósesi

Jú, tað var Jósva

Jósva var eyðmjúkur – tænti Mósesi trúliga frá ungum árum 2. Mós. 33:11

Hann var trúfastur í tænastuni – 

Hann æt upprunaliga Hósjea, (4. Mós. 13:16) men Móses broytti navn hansara til Jósva, sum merkir: Harrin frelsir.

Jósva hevði ikki nakra lætta uppgávu, hann hevði ikki nakra brúkaravegleiðing at hyggja í, men hann hevði Móses sum fyrimynd. Guð talaði við hann, og hann lurtaði eftir Guðs rødd.

Jósva hevði ein jaligan hugburð – tá teir 12 njósnararnir vórðu sendir inn í Kánaansland at vita hvussu støðan var í landinum, vóru tað bert teir báðir Jósva og Káleb, sum sóu tað virðismikla tilfeingið í landinum, meðan hinir njósnararnir sóu bara forðingar.

Hvat síggja vit?

Vit kunnu vera realistisk, men síggja álíkavæl, at avbjóðingarnar, sum liggja fyri framman, eru til at loysa.

Vit hava jú betri amboð at navigera við í dag enn tey høvdu – vit hava skriftirnar – sum eru skrivaðar okkum til lærdóms.

Tá vit fara út av kós, mugu vit rætta skeivleikan áðrenn tað er ov seint.

Jes 30:21 sigur: “Og tá ið tú fert av leið til høgru ella vinstru, skalt tú hoyra tín leiðbeinara siga: «Her er leiðin, gangið hana.”

So er spurningurin, um vit hoyra Harrrans rødd í øllum óljóði, sum ofta er rundan um okkum. 

Harrans rødd samsvarar altíð við tað sum bíblian sigur.

Viðhvørt er tað ein bardagi – ein bardagi innan í okkum ella móti nøkrum sum kemur uttanífrá. Tá er gott at kenna Guðs Orð, tí tað kann leiðbeina okkum, so vit ikki fara av leið.

Guð segði við Jósva, kap. 1 vers 9: Eg havi jú sagt við teg: Ver reystur og hugdjarvur og ver uttan ótta og ekka, tí at Harrin, Guð tín, er við tær á øllum leiðum tínum!»

Jósva var djarvur og stríddist og upplivdi nógvar sigrar.

Í dag stríðast vit kanska ikki við musklunum sum Jósva og aðrir í gamla testamenti gjørdu, men í okkara umstøðum er neyðugt at nýta teir musklarnar, sum Jósva eisini mátti byrja at venja  – musklarnar í tonkunum, í sinninum. 

Paulus sigur í 2. Kor. 10:5 at vit skulu hertaka eina og hvørja hugsan til lýdni ímót Kristi.

“Vit hertaka” – tað er nakað sum relaterar til ein bardaga, men ein bardaga í tonkunum.

Vit hertaka hugsanirnar og venda tær til lýdni móti Kristi.

Hesar hugsanir kunnu vera stoltleiki, ómoralur, sjálvsøkni, hugsanir um at hevna okkurt ella ikki vilja fyrigeva. Allar hesar keðiligu hugsanir kunnu vit viðgera við mótálopum – tvs við at brúka Guðs Orð, t.d. hetta, har Paulus biður tey í Filippi, og sjálvandi okkum við, hava hesar hugsanir:

Fil 4:8 Annars, brøður, alt tað, sum er satt, alt sum er sámiligt, alt sum er rætt, alt sum er reint, alt sum er elskuligt, alt sum hevur gott ágiti, eina og hvørja dygd og ein og hvønn sóma, havið tað í huga! (alt tað, sum er vert at rósa NS)

Tað vil siga: Fyll tínar tankar við tí góða, hugsa um tað sum er uppbyggjandi…

Ger sum Jósva: Tak nýtt landaøki – eitt øki ísenn.

Brúka svørð Andans, sum er Guðs Orð (Efes. 6:17)

Tað er gott og neyðugt at kenna Guðs vilja, tvs. at kenna Guðs Orð, sum Heilagi Andin minnir teg á í givnu støðuni. Men gev tær stundir at biðja.

Í kríggi er neyðugt at fyrireika seg væl. Ella rættari: áðrenn komið er so langt at ófriður er – áðrenn fíggindin er uttan fyri dyrnar.

Soleiðis er eisini í lívinum: Verð fyrireikað/ur at koma í ávísar støður í lívinum.

Set tær nakað fyri – hav eitt gott mál fyri tínari framtíð.

Jósva setti sær fyri at tæna Harranum og stríðast ímóti fíggindanum.

Hann hugsaði ikki sum so: kemur fíggindin ímóti mær í morgin, so fái eg at síggja, um eg tími at taka svørðið fram.

Nei! Hann var altíð tilreiðar at stríðast, ikki bara fyri at verja seg sjálvan, men sanniliga eisini fólkið.

Set tær eisini nakað fyri.

Sig ikki: eg fái at síggja beint áðrenn møtið byrjar um eg fari.

Sig heldur: eg fari at savnast við teimum trúgvandi, ja, eg seti mær fyri at fara á møti sunnumorgunin, sjálvt um eg havi hug at sova longri.

Vit stríðast ikki í holdinum, men í andanum. Vit seta okkum nakað fyri – so má kroppurin bara akta og fylgja við.

Brúka Guðs Orð at uppbyggja teg við. 

Sig: eg orki alt í Honum, Jesusi, sum ger meg sterkan.

Brúka Guðs Orð ímóti tí sum dregur niðureftir – tað keðiliga tú møtir frá øðrum menniskjum.

Vit brúka Guðs Orð sum vápn. Hugsa jaliga um hini:

Róm. 12:10 “kappist um at veita hvør øðrum virðing”.

Bið eina bøn sum hesa:

Sl 51:12 

Skapa, Guð, mær hjarta reint, gev mær av nýggjum fastan anda mær í brósti!

So kann eg merkja, at mínar hugsanir broytast til góðar hugsanir – tí tann sum biður av sonnum hjarta, hann fær.