Eivind FrøenEivind Frøen er ein talari av Guðs náði. Hann hevur nógvar royndir í andaligum arbeiði, og hetta ger, at hansara talur ikki eru teoretiskar og keðiligar, men hann kann siga frá mongum, sum Guð ger í ættarbólkum, landspørtum og londum, sum vit ikki hoyra so nógv um annars í kristiligum høpi. Tey seinastu mongu árini hevur hann virkað mest í Asia.
Hann hevur undirvíst nógv í undirgrundskirkjum í afturlatnum londum. Hann sigur við eldhuga frá veking í Kina, sum hevur vart í 35 ár. Mett verður, at talið av kristnum veksur so skjótt, at í dag eru fleiri kristin í Kina enn í USA.
Eivind er stúrin um gongdina í Noregi og í Europa annars, har sjálvt andaligir leiðarar ikki taka bíbliuna í álvara – rætt verður skeivt, og skeivt verður rætt. Eru vit farin út av kós í Europa?
Tá er gott og eggjandi at síggja, hvussu tey kristnu í Asia taka bíbliuna og kristna lívið í álvara. Tað er ikki uttan orsøk, at tey síggja góð úrslit, og hóast forfylging og trongdir boða tey gleðiboðskapin við dirvi.
Eivind verður at hoyra í Oasuni hvørt kvøld á Páskastevnuni og 2. Páskamorgun.