Eivind Frøen vitjar í Føroyum.
Nú eru 50 ár síðani Eivind var fyrstu ferð í Føroyum – og nú er hann aftur. Vit gleða okkum at hoyra hann tala Guðs Orð. Vit eru mong sum í gjøgnum hesi nógvu árini hava notið gott av og minnast góðu og fangandi talurnar hjá Eivind. Tað eru mong mennniskju, sum kunnu siga, at tey komu til trúgv á Jesus gjøgnum hansara talur, og at undirvísingin úr Guðs orði var til stóra hjálp í teirra andaliga og sálarliga lívi.
Eivind er eisini góður og greiður lærari – á tryggari bíbilskari grund.
Møtini í Oasuni eru lýst í skránni.
Møtini kring landið eru lýst á sosialu miðlunum.