Í heystfrítíðini verða møtir og tiltøk fyri fólk í øllum aldri.

Vælumtóktu ungdómsmøtini Ekkó eru mánakvøldið 14. oktobur til leygarkvøldið 19. oktobur.

Byrjað verður í Vági mánakvøld, síðani verður farið til Skálavíkar týskvøld, mikukvøld á Skála, hóskvøld á Giljanesi, fríggjakvøld í Hoyvíkshøllini og leygarkvøldið í Badmintonhøllini í Klaksvík. Øll kvøldini kl. 20:00.

Aftaná Ekkó verður hildið áfram í Badmintonhøllini í Klaksvík sunnudagin 20. oktobur kl. 12:00 við felagsguðstænastuni Nærri, sum Fríkirkjunetverkið skipar fyri. Tá talan byrjar fara børnini inn í KÍ høllina, har ymiskt spennandi verður fyri børnini.