Sunnudagin 17. mai verður árliga offurgongdin. Seinastu 2 árini hava vit savnað inn til útbygningin, og tað gjørdi góðan mun. Takk fyri tykkara stuðul!
Í ár fara vit at savna inn fyri at dagføra køkin.
Har verður fyrsta raðfesting at keypa eina meiri nútímans uppvaskimaskinu, so sleppast kann undan at lyfta tungar kurvar. Gamla maskinan kann so nýtast í kjallaranum.
Onnur raðfesting: Fyri at kunna gera nýtslu av kókigreiðum, sum vit eiga, er neyðugt at burturbeina gamla komfýrin, sum riggar illa. Men áðrenn vit kunnu sleppa av við hann, mugu vit hava nýggjar induksjón plátur.
Triðja raðfesting: Neyðug útgerð til útlufting frá køkinum.
Samanumtikið verður tað ein útreiðsla sum nærkast kr. 100.000 fyri at dagføra køkin.
Vit eru takksom fyri tað, tit vilja geva!

Sunnudagsskúlin

Sunnudagin fara vit í gongd við at hava okkurt áhugavert fyri børnini meðan talan er. Tað verður spennandi og annarleiðis!

Leiðreglur

Allar leiðreglur viðvíkjandi reinføri, frástøðu v.m. í samband við corona tilmælini, verða hildnar.