Vegna tilráðing frá landsins myndugleikum verða allar guðstænastur og øll tiltøk annars í Oasuni avlýst restina av mars mánaða.

Vit eru sjálvandi kedd av, at vit ikki kunnu savnast í eina tíð, men vit vilja sýna varsemi og gera okkara til at gomul og veik ikki verða smittað.

Men leiðslan er tøk til samtalu, umsorgan og forbøn.

Vit biðja um Guðs verju og frið yvir tykkum øll og ynskja Harrans ríku signing.

Vit fara í nærmastu framtíð at royna stroyming av guðstænastu/andakt.

Tað koma vit at kunna nærri um seinni.