“Men tá ið vit vita, at maður ikki verður rættvísgjørdur av lógargerningum, men eina við trúgv á Jesus Krist, so hava eisini vit trúð á Krist Jesus, fyri at vit kundu verða rættvísgjørdir av trúgv á Krist og ikki av lógargerningum; tí at av lógargerningum verður einki hold rættvísgjørt.” Gal. 2,16
Flestu av okkum kenna hetta væl. Vit eru voksin upp, við at hoyra bíbliuørðindi, sum vísa á Jesu kærleika til okkara. Vit hava so oftani hoyrt, at av trúgv eru vit frelst. Og… Jesus hevur gjørt alt, tað er einki vit kunnu gera. Men tað tykist viðhvørt so sera torført at fata. Tað er sum um, vit so gjarna vilja sleppa at gera okkurt, fyri líka sum at hjálpa til við frelsuni.
Nøkur av kendastu ørðindunum í Bíbliuni vísa okkum á, hvat tað var Jesus veruliga mátti gera fyri okkum.
Í Joh. 3,16 lesa vit: ”Tí at so elskaði Guð heimin, at Hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á Hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.”
Í Fil. 2, 6-8 lesa vit: ”Hann, sum, tá ið Hann var í Guðs mynd, ikki helt tað fyri rán at vera Guði líkur, men avklæddi seg hana, í tí at Hann tók á seg tænara mynd og gjørdist monnum líkur; og tá ið Hann í framkomu var sum maður, setti Hann seg sjálvan lágt, og varð lýðin til deyða, ja, til deyða á krossi.”
Paulus undirstrikar fleiri ferðir í brøvum sínum, at tað er bara av náði at vit eru frelst, tað er ikki av gerningum. Alíkavæl tykist tað mær, at vit hava hug at gera eins og fólkini í Galatia, sum eftir at Paulus hevði ”málað” teimum Kristus krossfestan fyri eygum teirra (Gal. 3,1), so vendu tey sær til vranglærararnar. Teir lærdu at tey eisini máttu halda lógina fyri at veruliga kunna kalla seg frelst. Men latum okkum undirstrika tað enn einaferð, tað er bara í Kristusi, at vit eiga rættin til ævigt lív. Vit hava ikki tørv á at halda lógina, men í Kristusi ynskja vit at liva eitt rættvíst og gudiligt og gott lív.