Fríkirkjan Oasan í Hoyvík bjóðar til eina øðrvísi online-gudstænastu. Vit hoyra ein sang, sum øll kenna. Jóhan Petur Johannesen fer síðani at siga nakað um “tíðina”. Eftir hetta er møguleiki at kjatta spurningar inn til Jóhan Petur Johannesen, sum verða svaraðir í beinleiðis stroymingini. Øll eru vælkomin at vera við.